Millum føroyingar er tað ikki nøkur loyna, at fráfarni fútin ikki var serliga sjónligur, og tað var sjáldan, at hann var at síggja og hoyra í miðlunum. Nýggi fútin sigur seg hinvegin verða opna av náttúru, og tí kunnu vit vænta okkum ein meiri opnan fúta næstu fimm árini.
Verið víða
Karen Marie Olesen er uppvaksin á landinum í Jútlandi, men flutti sum 18 ára gomul til Århus, har hon las løgfrøði.
Eftir lokna útbúgving fekk hon starv hjá løgregluni í Esbjerg, og har starvaðist hon í fýra ár sum løgreglufulltrúi. Seinni kom Karen Marie Olesen at starvast hjá ríkisløgregluni í Keypmannahavn.
Nýggi fútin í Føroyum hevur eisini starvast hjá løgregluni í Svendborg, í Nakskov og hesi seinnu árini hevur hon verið varafúti á Frederiksberg.
- Eg havi verið víða um, men eg havi allatíðina, síðani eg flutti úr Esbjerg, havt fastan bústað á Frederiksberg, og maðurin hjá mær hevur eisini allatíðina búð har, sigur Karen Marie Olesen.
Vitjað fleiri ferðir í Føroyum
Nú Karen Marie Olesen er komin til landið at røkja nýggja starvið hjá sær, er talan ikki um fyrstu vitjanina hjá henni í Føroyum.
- Eg havi vitjað í Føroyum fleiri ferðir, tí eg ein av mínum vinum frá lestarartíðini hevur arbeitt í Føroyum í fleiri ár, og hana havi eg vitjað mangan. Somuleiðis havi eg arbeitt í Føroyum í eitt stutt tíðarskeið frá januar til august í 1997. Tað var í sambandi við skipamálini, greiðir Karen Marie Olesen frá.
Fútin sigur, at henni hevur altíð dámt væl í Føroyum, og bæði hon og maður hennara eru náttúrufólk burturav, og teimum dámar væl at ganga túrar úti í náttúruni.
- Eg havi áður, tá ið eg havi vitjað í Føroyum, verið túrar við gongufelagnum í Havn, og tað fari eg ivaleyst at eisini at gera, nú eg eri flutt hagar. Men maður mín og eg havi eisini gingið túrar í føroysku náttúruni einsamøll, sigur Karen Marie Olesen.
Góðar umstøður
Hesar fyrstu dagarnar, eftir at hon er byrjað í nýggja starvinum, hevur Karen Marie Olesen, verið á vitjan hjá løgregluni kring landið. Enn er hon ikki komin allan vegin runt, men hon sigur, at eftir hennara tykki eru umstøðurnar hjá føroysku løgregluni góðar.
- Sum so líkjast politistøðirnar her á landi teimum flestu donsku, og tað sama er galdandi við arrestini í Jónas Broncksgøtu í Havn, sigur Karen Marie Olesen.
Nýggi fútin heldur tó ikki, at hon enn dugir at siga so nógv um føroysku løgregluna, tí at hon hevur verið her so stutt, at hon ikki enn er komin inn í tingini, sum hon málber seg. Karen Marie Olesen leggur tó afturat, at tað tykist tó fyri henni, sum um føroyska løgreglan er ógvuliga væl skipað.
Kynið ongan týdning
Spurd, um tað er nakar munur á at hava ein kvinnuligan ella ein mannligan fúta, sigur Karen Marie Olesen, at tað heldur hon ikki.
- Í mínari verð er tað soleiðis, at øll eru ymisk, bæði mannfólk og konufólk. Øll mannfólk eru ymisk, og øll konufólk eru ymisk. Tí vil tað altíð verða munur á fólki, men eg trúgvi ikki, at kynið hevur nakran týdning í hesum starvinum, sigur hon.
At talan er um ein dana heldur enn ein føroying, dugir Karen Marie Olesen heldur ikki at síggja hava nakran týdning.
Hinvegin er tað ivaleyst ein ávísur munur á at verða fúti í Føroyum enn í Danmark, tí sum tey flestu óivað vita, so eru Føroya tað friðarligasta politiøki í ríkinum.
Opin fúti
Mogens Nepper Christensen, fráfarni fútin, var millum manna ikki kendur sum ein fúti, ið tú hoyrdi ella sá nógv til. Hann var sjáldan frammi í miðlunum og var ógvuliga lítið sjónligur. Men nýggi fútin tykist ikki verða eins afturhaldandi sum undangongumaður hennara.
- Av náttúru eri eg eitt ógvuliga opið menniskja, haldi eg sjálv, og tað fer vónandi at seta sín dám á mítt yrki her í Føroyum. Tað er eisini umráðandi at duga at tosa við fólk í einum slíkum starvi, og tað meti eg sjálv, at eg dugi, sigur Karen Marie Olesen.
Størri umsitingarligar avbjóðingar
Tað er nærliggjandi at hugsa, at Karen Marie Olesen, sum hevur starvast á Frederiksberg seinnu árini, fer at sakna eitt sindur av spenningi, nú hon er komin til friðarligu Føroyar, tí á gamla arbeiðsplássinum vóru ivaleyst nógv spennandi og umfatandi sakarmál. Men nýggi fútin sigur, at nú verða tað bara meiri spennandi á onkrum øðrum økjum.
- Her í Føroyum eru kanska ikki so nógv stór sakarmál, men hinvegin nú eg eri blivin fúti, verða tær umsitingarligu avbjóðingarnar samsvarandi størri, og tí rokni eg við, at har verða nógvar spennandi uppgávur. Ein tann størsta avbjóðingin er ivaleyst at fáa tann umsitingarliga partin av løgregluni framhaldandi at virka væl, hóast landalæran setur nakrar forðingar á hesum øki, sigur Karen Marie Olesen.
- Mín fremsta uppgáva sum fúti verður tó at sita við borðendan hjá løgregluni her á landi, og tað er nakað, ið eg skal venja meg við, sigur hon.
Maðurin kemur seinni
Sum áðurnevnt er Karen Marie Olesen gift, men enn er hon einsamøll í stóra húsunum undir Glaðsheyggi, sum er embætisbústaðurin hjá fútanum í Føroyum.
- Har er eitt sindur tómligt enn, tí maður mín flytur neyvan til Føroyar fyrr enn komandi summar. Hann er lærari, og tað ber illa til hjá honum at fara mitt í einum skúlaári. Tí eru hava býtt innbúgvið hjá okkum í eina helvt, soleiðis at hann hevur nakað eftir á Fredriksberg, og nakað er á veg til mín í Føroyum, greiðir Karen Marie Olesen frá.
Sjálvandi er tað eisini umráðandi, at maðurin hjá nýggja fútanum fær lærarastarv í Føroyum, men tað skuldi verið góð útlit fyri tí.
Seglbáturin settur í eitt fjós
Eitt av størstu áhugamálum hjá Karen Marie Olesen er at sigla, og saman við manninum eigur hon ein 27 fót stóran seglbát, sum tey hava havt stóra gleði av.
- Tað er okkara allarfremsta áhugamál, men nú vit skulu búleikast í Føroyum, er seglbáturin tikin upp á turt, og hann stendur nú í einum fjósi á Sælandi. Gamaní eru Føroyar eitt oyggjasamfelag, men veðrið her á leiðini loyvir ikki sigling við einum slíkum báti, heldur Karen Marie Olesen.
Hon sigur sigur seg tó vóna, at tað fer at bera til hjá teimum á annan hátt at sleppa at sigla við seglum her á landi, og tá ið vit báðir myndamaðurin greiða frá um sluppina Norðlýsið, er tað sum um, at hon ressast eitt sindur í stólinum inni á skrivstovuni á Smyrilsvegi.
- Eg havi bitið merki í hatta skipið, og tað hevði verið framúr, um man slapp ein túr við har av og á, tí tað er ikki tað sama at sigla við motori, sum at standa við einum togenda umborð á einum seglbáti, sigur nýggi fútin.
Eitt annað av áhugamálunum hjá Karen Marie Olesen er rógving, og tað er nakað, sum bæði hon og maðurin hava fingist við í nógv ár í Danmark, og hon væntar, at tað fer hon at halda fram við her á landi.
Starvið sum fúti í Føroyum er sett eftir áramál, og fyribils hevur Karen Marie Olesen bundið seg til at verða her á landi næstu fimm árini, men soleiðis sum hon longu nú tosar um oyggjar okkara, er ikki óhugsandi, at steðgurin kanska verður longdur, hvør veit.