Ein millión í eykajáttan til Kollafjarðar skúla

Á býráðsfundinum í annaðkvøld skal Tórshavnar Býráð taka støðu til, um Kollafjarða skúli skal fáa eina millión krónur í eykajáttan.

Biðið verður um pengarnar til raksturin av skúlanum í 2006 og til fullfíggjan av alis- og evnafrøðisstovuni.
Trivnaðarstjórin og mentamáladeildarleiðarin mæla til at veita eykajáttan uppá kr. 600.000,00.
Kollafjarðar skúli er út- og umbygdur m.a. fyri at kunna hava framhaldsdeild. Í sambandi við hetta varð hædd ikki tikin fyri ymiskum eykaútreiðslum í rakstrinum, sum m. a. stóðust av, at skúlin nú hevur fingið 8. og 9. flokk, og at størri øki er at vaska. Hædd varð heldur ikki tikin fyri løn til vakt í svimjihylinum í sambandi við almenna svimjing. Tilsaman 480.000 kr.
Harumframt hevur skúlin skula etablera eina alis- og evnafrøðistovu. Alis- og evnafrøðistovan er ikki fullfíggjað tá snýr seg um tól og grundtilfar. Fyri at fáa hetta á eitt nøktandi støði tørvar skúlanum 400.000 kr.
Trivnaðarstjórin og mentamáladeildarleiðarin mæla til at veita skúlanum eykajáttan uppá kr. 480.000.
Harafturat verður mælt til at játta skúlanum 400.000 kr. av konto 90 til at fullfíggja alis- og evnafrøðistovuna.
Fíggjarnevndin samtykti fríggjadagin at játta kr. 480.000,00 av regulerings­kontoini og at mæla býráðnum til at játta kr. 400.000,00 av íløgum.