Ein møguleiki at Fólkaflokkurin fer úr samgonguni

Politiska støðan er spent í kvøld, tí á tingfundinum í morgin fæst at vita, um samgongan heldur fram ella ikki

Fólkaflokkurin hevur sitið á innanhýsisfundi í kvøld at viðgera støðuna.

 

Sum skilst hava fleiri mælt til, at landsstýrsfólk trekkja seg úr landsstýrinum í morgin, soleiðis at Brandur Sandoy og Annika Olsen missa tingsessir sínar fyri tingfundin í morgin. Ger Fólkaflokkurin tað, so fellir málið um sammøður.

 

Tey atfinningarsomu halda hetta vera valdsmisnýtslu og mæla heldur til, at Fólkaflokkurin tekur seg úr samgonguni. Og at hann ger tað fyri tingfundin í morgin. Ger hann tað, so koma Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í tingið í morgin. Tað merkir, at so fara Brandur Sandoy, Annika Olsen og Heðin Zachariaasen, sum sita á tingi sum varafólk fyri landsstýrisfólkini, úr tinginum í morgin, og málið um sammøður verður ikki samtykt.

 

Verður hetta støðan, so verður val helst ikki skrivað út í morgin, men so verður Bárður Nielsen, løgmaður, helst noyddur at skriva út val beint eftir nýggjár.

 

Sum skilst er tað Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum, sum ikki góðtekur, at málið verður samtykt av fólki í samgonguni, og tað ljóðar, at hann tekur seg úr samgonguni, um hann ikki fær greið boð fyri tingfundin í morgin, at samgongan fer at fella málið. Tað ljóðar eisini, at onnur eru í Fólkaflokkinum, sum ikki vilja svíkja Jógvan á Lakjuni.

 

So tann álvarsami spurningurin er helst ikki, um Miðflokkinum góðtekur, at fólk í samgonguni samtykkja málið – men um Fólkaflokkurin kann liva við tí.

 

Tingfundurin verður morgin í klokkan 13.00.