Ein musisk løta av teimum frægu

Blási - og klaverkonsert í Fuglafjarðar kirkju 2. mai kl 16:00

Frits Johannesen
-------

Sjáldan hava so fá gjørt so nógv í Fuglafjarðar kirkju, tá ið hugsað verður um tónleikin. Nú er tað horntónleikur – solospæl á trompet við klaverfylgisspæli, sum hugsað verður um. Ja, so ung tey vóru – Rúni Hentze og Laila Poulsen , sum skulu til tónleikakappingina hjá Berlingarinum í næstum.


Hugtakandi konsert. Konsertin var sera hugtakandi og fylti kirkjurúmið. Kirkjuhválvið tók saman um og vælsignaði hesa løtu í musikalskum ljóði frá Kenneth Jones, Rúna Hentze, Lailu Poulsen og Birgitte Schakenburg. Tey ungu vóru negld í gólvið - stóðu stinn, tignaðarlig og kendu ráman av livandi urtum í hornunum, sum lyftu tey í heilum líki upp í tróðrið. Men fyrst var tað Kenneth Jones, gamli, sum so fjalin stóð frammi á kórsgáttini og fylgdi okkum ávegis við Trompetkonsertini av Haydn ( 1732-1809) í Es-Dur. Hetta er eitt kent stykki, sum mangan er at hoyra og varð tónsett í 1796. Tá var Haydn 64 ára gamal, og var tónleikaverkið skrivað til gamla vin Hansara, Anton Weidinger. Trompetin(klaptrompetin) var ment so mikið tá, at spælast kundu kromatisk tónatrin, og var hetta eitt tað fyrsta stykki fyri trompet, sum sá dagsins ljós í hesum líki. Llivandi upphavsljómur, sum her spældi sær undir hválvinum. Ikki at tala um Birgitte Scnakkenburg, sum við sínum fingrum helt í teymarnar á Kenneth Jones í klaverbirtingum. Fekk sær sæti saman við Kenneth á einum kvisti heilt uppi undir teimum ovastu bitunum í rúminum. Lítil er ein kvistur, men stór er verðin í Hayd(i)nsa tónamáli. So poetisk tey vóru í hesum spæli. Sótu og hálsfevndust á hesi fjøl í einum skaldakendum kvisti. Lat tað fara, men løtan var ein fragdarløta í musiskum, musikalskum og ljómfyltum fraseringum, sum so djarvt Kenneth bar uppi í lyriskum ljómi - væl stuðlaður av Birgitte Schnakenburg. So faðirliga hann fylgdi okkum á veg, har tey bæði Rúni og Laila gingu honum til møtis, so innilig, viðkvom tey vóru, og enn høvdu tey ikki kastað tannáringahamin av sær. Hetta var ikki nakað lýti fyri tey, men tvørturímóti fjálgaði um teirra verumáta.

Giuseppe Tartini.(1692-1770). Rúni Hentze spældi konsert í D-Dur av Giuseppe Tartini.(1692-1770). Tartini varð borin í heim í býnum Piran, sum liggur á hálvoynni Istria, sum í dag er ein partur av Slovenia. Tað verður sagt um hann, at hann bleiv góður við eina gentu, sum æt Elisabetta Premazone, sum ikki kom úr múgvandi korum. Tá ið mæti biskuppurin, Giorgio Cornaros, frætti um hetta giftarmál, var hann ikki blíður, og skuldsetti Tartini fyri at vera barnvándan og óflýggjaligan móti hesi gentu. Hon var yndisunglingi hjá biskupinum. Tartini flýggjaði til Padiva og goymdi seg í Frans av Assisi kleystrinum. Her lærdi hann at spæla á violin, og fekk hann óivað eisini undirvísing í tónseting. Tað var kanska ikki so galið, at hann soleiðis varð rikin av garði, og kom undir kønar musikalskar hendur. Ja, og eg má siga um Rúna, at hevði Tartini og hesin biskupurin hoyrt Rúna spæla, so høvdu teir eisini fingið sær eitt sæti á einum kvisti ovast uppi í tróðrinum. Eingin ivi hevði verið um, at biskupurin hevði vælsignað Rúna og havt lívgevandi orð til drongin.

Rúni Hetze
Drongurin við trompetini býr á Kambsdali, og er sonur Ann Mari - og Leiv Hentze. Hon hevur spælt horn frá heilt ungum árum av og hann harmoniku, so bæði Jóhan - og Rúni Hentze hava fingið tónleikin inn við móðirmjólkini. Eg sigi ikki, at tú umbroytist, tá ið tú sært og hoyrir Rúna spæla, men eingladámur legst yvir hendan ungling, sum kundi havt spælt hjá Tartini í Frans av Asissi kleystrinum, men er hann vælsignaður av hond Kenneth Jones. Ljóðfyllingarnar frá Rúna mintu ikki so sørt um inn- og útsúðin í es- trompetini hjá Kenneth Jones. Rúni spældi upp á eina piccolotrompet í Bb, og lógu fraseringarnar so tætt upp at pulsinum, sum bara er at hoyra hjá teimum bestu tónleikarunum. Hetta var sera musikalskt spælt, og Birgitta stuðlaði væl undir við sínum spæli. Hugaligt var at síggja fingrasnipparnar ganga upp og niður á ventilunum á piccolotrompetini og síggja eyguni á hesum unga trompetspælara fylgja nákvæmt ti poetisku gongdini í piccolospælinum. Verður hetta lagið í Keypmannahavn, so røkkur hann langt í hesi kapping.

Laila Poulsen. Næsti unglingi sum lyfti ljóðið upp í tróðrið var Laila Poulsen. Hon býr í Runavík. Omman og abbin í móðirlegg eru úr Fuglafirði - Dinna og Eli Úti á Land. So greinskrivarin kann kalla hana fyri skyldkonan. Langomman og langabbin - Hilda og Sjúrð Andras vóru bæði skyldfólk, hon trímenningur mammu og hann fermenningur. So tað er so vakurt at siga, skyldkonan. Tað kanska ger ongan mun, tá ið um kappingina ræður, men tunt er tað blóð, sum ikki er tjúkkari enn vatn. Rúni og greinskrivarin eru eisini skyldmenn. Hetta er í faðirlegg frá mínari síðu, so hesi bæði ungu eru skyldfólk greinskrivarans.
Laila spældi upp á eina Bb trompet. Hon spældi Romancu og Scherzo av Thorvald Hansen(1847-1915). Thorvald Hansen var dani og trompetistur í Kongiliga kapellinum, men spældi eisini orgul, bratch og violin, so hann var fjøllmentaður tónlistamaður. Hann hevur eisisni gjørt nakrar tónsetingar, sum eru framúr góðar, so hann ber eisini heitið komponistur.
Laila hevði ein breiðan, reinhvítan, poetiskan tóna í síni trompet. Hesin ljómur royndist væl í hesum romantiska tónleiki. Ja, hon fann sær eisini ein kvist ovast uppi í tróðrinum. Hetta bleiv eitt lítið oyggjaland við skerum, flúrum og boðum, sum hesi ungu eru farin um. Vunnu á boðaslóð - brotum úr eystfals- og vestfalsbroddi; men ikki hevur hetta nervað tey og fest mótloysið í sinnið. Nei, tvørturímóti hevur hetta ment tey til dugnaligar tónleikarar. Hendan fitta skyldgentan læt einki falla av. Sóljuljósur ljómur, friðsælur dámur og inniligt ljóð var í ljóðførinum. Hetta verður dárandi at hoyra í Keypmannahavn.
Tónleikastykkini, ið hesi ungu spældu, vóru tónleikastykki, ið tey leygardagin tann 8. mai kl 14: 15 skulu spæla í kappingini, ið Berlingarin skipar fyri á tí Danska kongaliga Musikkonservatoriinum.
Hetta var ein musisk løta av teimum frægu i kirkjuni. Tað er ikki ofta, at slíkur ljómur fer upp í tróðrið, og rann saman í kvistalandinum, tá ið Birgitte Schnakenburg spældi tvey løg av Carl Nielsen – Chaconne fyri klaver, opus 32 og Humoreske bagateller opus 11. Tað kundi verið nógv gott sagt um hetta spæl somuleiðis við endan av konsertini, tá ið Kenneth Jones spældi til seinast, Konsert 1950 av Alexander Arutjunjan(f.1920) og Birgitte spældi undir. Hetta lati eg liggja.
Takk fyri konsertina. Góða ferð til Danmarkar og góða eydnu!