Ein Mylna afturat

Í juli mánaða fáa havnarborgarar enn eitt stað at keypa rundstykkir. Niels Mortensen, stjóri í SMS og í bakarínum Mylnuni, váttar fyri Sosialinum, at ein Mylna afturat í næstum letur upp

Í stóra bygninginum, sum Tummas Hanus Dam byggir uppi á Hálsi, hava eigararnir av Mylnuni leigað seg inn. Ætlanin er at lata enn eitt bakarí, sum eisini fer at selja kolonial, upp.
? Ja, tað er rætt. Vit ætla at lata ein handil upp afturat í nýggja, stóra bygninginum. Talan verður um enn ein Mylnu-handil, slær Niels Mortensen, stjóri, fast.
Hann sigur, at talan verður um ein størri handil, enn tann sum nú er í Berjabrekku.
Hóast handilin verður størri enn núverandi Mylnan, so verður hann tó so mikið lítil, at hann gongur undir teir 250 fermetrarnar, sum nýggja afturlatingarlógin setur sum mark fyri, hvørt handlar skulu hava stongt sunnudag ella ikki.
Sostatt verður møguligt hjá Havnarborgarum at keypa sær rundstykkir og breyð á Hálsi allan sunnudagin eisini.
Niels Mortensen sigur tó, at bakaríið sjálvt verður verandi í Berjabrekku, og nýggi handilin fer sostatt bert at selja vørur frá Mylnuni, ikki at framleiða.
? Um alt gongst sum ætlað, so lata vit nýggju Mylnuna upp í juli, slær Niels Mortensen at enda fast.