Handilsvinna
Mikudagin lat upp ein nýggjur handil í høvuðsstaðnum. Hóast nýggjur, so er talan tó á ongan hátt um nakran ársunga, tí Farodane hevur ígjøgnum nógv ár verið eitt av stóru føroysku virkjunum. Fyrst sum heilsøla, men seinnu árini hevur tað so bert verið skrivstovuútgerð av alskyns slag, sum talan hevur verið um.
Alt til skrivstovuna
Nýggi handilin verður róptur Farodane-City, og heldur hesin til í hølunum við Smyrilsvegin, har Bónus áður var.
Áðrenn latast kundi upp, vórðu stórar broytingar í bygninginum, og millum annað eru eini seks tons av spartli nýtt til hetta arbeiði, eins og allir leidningar, veggir v.m. eru skiftir.
Áður hevur handilin hjá Farodane verið í Brekkutúni í Hoyvík, og hesin fer eisini framhaldandi at vera til, eins og telefon-nummar og annað hjá virkinum verður óbroytt.
Tað skerst tó ikki burtur, at við nýggja handlinum verður fyritøkan nógv meira sjónlig í býarmyndini, og harafturat eru nýggju hølini eisini væl betri egnaði til handilshøli.
Gólvvíddin er meira enn tvífalda, og ger hetta, at eitt nógv størri úrval av vørum kann vera sjónligt hjá viðskiftafólkunum. Og at úrvalið er stórt, er einki at ivast í. Tað er kanska at taka dekan ov rívan til, um danska hugtakið »frá knappanálum til hvítar eleftantar« verður nýtt, tá tað ræður um skrivstovuútgerð finst valla eitt størri úrval her heima. Pappírsclips, pennar, teldur, teldurborð, kaffi, køkur, ja sjálvt WC-pappír er at fáa, so krøvini til skrivstovuna skulu vera stór, um tørvurin ikki kann nøktast.
Esini til privatkundar
At fyritøkan verður sjónligari fer helst eisini at hava við sær, at tað verður lættari at koma í samband við brúkaran.
Nýggi leiðarin í handlinum, Jóannes Brøðraberg, sigur um hetta, at tað sjálvandi eisini er ætlan teirra, at hava eitt gott samband við privat-kundarnar.
- Vit hava býtt handilin upp í trý øki, har teldur, skrivstovumøblar og annað skrivstovutilhoyr eru hvør sær, soleiðis at tað gerst lættari at leita í handlinum.
- Eisini hava vit lagt stóran dent á, at tænastustøðið skal vera sera høgt, og sum dømi um hetta kann nevnast, at vit miðja ímóti, at frá teirr løtu at eitt viðskiftafólk í Havn bíleggur sær eina vøru, t.d. eina teldu, skulu í mesta lagi ganga tveir tímar áðrenn vøran er koyrd út, har kundin ynskir hana.
At enda kann nevnast, at millum merkini, sum Farodane umboðar, teljast millum onnur Canon, Dell, Toshiba og Apple, so alt í alt metir leiðarin eisini, at teir hava nakrar dygdargóðar vørur at bjóða viðskiftafólkunum.