Ein nýggjur Markus

Nýggi og nútímans trolarin hjá Polar Seafood og Qajaq Trawl er bygdur á skipasmiðjuni Freire Shipyard í Spania.

 

Hin fyrri av tveimum trolarum, sum feløgini, Polar Seafood og Qajaq Trawl, lata byggja í spanska býnum Vigo, fekk navnið Markus – eitt navn, sum eisini nógvir føroyskir sjómenn kennast við.

 

Skipið er stívliga 80 metrar langt, 17 metrar breitt og er útgjørt við øllum tí nýggjasta til brúnna og verksmiðjuna. Innfrystingarorkan er 110 tons av rækjum um samdøgnið, og skipið hevur Rolls-Royce motor.

 

Í 2016 tóku reiðaríini, Polar Seafood og Qajaq Trawl, stig til higartil størstu íløguna nakrantíð við at undirskriva sáttmála um tveir nýbygningar fyri 600 miljónir krónur tilsamans.

 

- Hin trolarin hjá feløgunum báðum, sum enn stendur í gerð, verður væntandi liðugur um eitt hálvt ár ella so, skrivar www.sermitsiaq.ag sum endurgevur www.fiskerforum.dk.