Longu í forhøllini í Sjónleikarahúsinum fríggjadagin var týðiligt, at verkstovan næstu dagarnar var øðrvísi enn aðrar. Sum atgongumerki fingu teir 65 luttakararnir hvør sítt par av skóleistum, sum kvinnur á Tilhaldinum í Tórsgøtu høvdu bundið. So næstu løtu sóust politikarar, vinnulívsfólk, limir í búskaparáðnum og øll hini átaka sær rættiliga óvanligar leiklutir í alskyns litføgrum skóleistum við strípum og duskum.
Heilt upp undir iljarnar
Verkstovan byrjaði við eini sansaligari uppdagingarferð gjøgnum sjónleikarahúsið. Byrjað var í klædnagoymsluni millum alskyns leikbúnar, parykkar og annað, har Gulla Øregaard, stigtakari, bjóðaði vælkomin. Síðani fingu øll boð um at lata seg úr skónum og í skóleistarnar, so sansaliga ferðin kundi kennast heilt upp undir iljarnar gjøgnum trolið, sum Anna Sofía á Egilstrøð snildisliga hevði klætt gólvið við. Við heitari sjókolátu og bollum byrjaði nú eisini kulinariska ferðin á skeiðnum, sum Oddvør Skarðhamar stóð fyri, og sum helt fram við ymsum øðrvísi i rættum restina av verkstovudøgunum.
Leygarkvøldið gjørdst so tónleikurin eisini partur av sansingarferðini, tá Ólavur Højgaard spældi saman við einum nýggjum bólki á Innovatiónscaféini. Aftaná var so fari aftir til tónleikaligu røturnar, tá farið varð uppá gólv við Birgiri Djurhuus og Heina Mortensen sum skiparum.
Mótsetningar hittast ...
Millum forvitnisligu innsløgini hesar dagarnar vóru fýra fyrilestrar, sum allir snúðu seg um nýhugsan, um enn á sera ymiskan hátt. At fyrlestrahaldararnir vóru bæði vinnulívsfólk og listafólk var ikki av tilvild, sigur Gulla Øregaard, stigtakari, sum við skeiðnum millum annað vildi vísa á, at nýhugsan ikki avmarkar seg til eitt nú ávís listarlig øki, men uppstendir í samspælinum millum øki, vit vanliga ikki seta í samband við hvørt annað.
- Um vinnulívið til dømis ikki fer út um síni vanligu mørk at leita sær íblástur, doyr tað, tí so hendir heldur ongin nýskapan. À sama hátt við mentanarøkinum. Tað er, tá ymiskir mátar at hugsa renna saman, at nýhugsan uppstendur og nýtt forvitni verður skapt, sigur Gulla, sum var ómetaliga væl nøgd við hesar báðar dagarnar.
Verkstovan í nýhugsan var eisini ætlað sum tað fyrsta í eini røð av øðrvísi tiltøkum í Sjónleikarahúsinum. Við hesum vónar Gulla saman við nevndini í húsinum at sjónleikarahúsið kann gerast eitt mentanarligt vakstrarhús, har øll góð hugskot sleppa at seta sín dám á virksemið.