Hví kunnu vit ikki vænta, at vit hava lært av blokkinum. Lærdu vit ikki av teimum gomlu »rustikustunum«. (Koltrolarar, Aksel Mortensen greiðir í Viðskeranum 3.10. skilagott frá teimum. Søgan var ikki so einføld, sum hon var gjørd til). Tá ið vit aftur fóru at fáa okkum skip, skuldu tey vera nýggj, helst nýggjari enn nýggj.
Í Dimmalætting 7.10. hevur Eli Guttesen samrøðu við Magna Laksafoss, búskaparfrøðing, »Oljuvinnan fer at avlaga líka nógv sum blokkurin«. Hvussu veit hann tað, kann hann prógva tað við búskaparfrøðini.
Og hvussu kunnu vit fáa loyvi frá dønum at keypa, um tað so eru donsk virðisbrøv fyri ein part av pengunum, sum eru ætlaðir til íkast at reka hetta samfelagið. Hann gloymir her so púra, at tað finst ein donsk pressa.
Her tosar hann ikki sum búskaparfrøðingur, men sum eitt lítið vanligt menniskja sum eg sjálvur. Hann flytur seg inn á umráðið, har trúgv valdar, tá eru vit øll á jøvnum føti, og ikki so frægt sum at gudfrøðin her kann hjálpa okkum. Kanska ugga okkum eitt sindur.
Í summar møtti eg ungum manni, sum gekk á Lærdum Handilsháskúla, hann segði mær, at teimum var mælt til at taka skeið í filosofi. Eg bað hann taka eitt skeið í bókmentum og religión eisini. Tá flenti hann í kíki.
Blokkurin er ikki bara blokkurin, tað er so eitt, men vit mugu fáa eitt nýtt støði at standa á. Tað gamla fór av knóranum og tíðin er broytt. Tað mugu vit taka til eftirtektar. Uppi í blokkinum logar so nógv annað. »Tá vit fáa so nógv frá dønum, so kunnu vit saktans brúka nakað til at stuðla bæði hesum og hasum«. Tað verður skjótt, sum maðurin ið vann eina millión og árið eftir fór hann á húsagang. Hetta er ikki serføroyskt, sára menniskjansligt.
Og danir, ja, teir hava hugsað sum so, at tá teir nú góvu okkum allar hesar pengarnar, so var tað tað minsta, at teir fingu hetta ella hatta afturfyri. T.d. Den Danske Bank ella Højgaard & Schultz. (Hugsa bara um SEV). Og tá teir fóru at viðgera kreppuna, (og gjørdu hana nógv størri) var sjálvandi vitanin um allar pengarnar, vit fingu, við í spælinum.
»Men føroyingar kundu bara havt gjørt so og so«. »Føroyingar hava alla skyldina sjálvir«. Viðhvørt hoyrist eisini ein sjúkur látur.
Tað verður sum maðurin, ið koyrdi á eitt fólk og segði: »Hví gongur tú úti og rekst. Hví situr tú ikki inni«.
Vit mugu nú fáa skipað viðurskifti við danir, bara tað er gull vert. »Frá høvdinum skalt tú hvalin skera«. Aftan á tað er gjørt og ikki fyrr, hava vit avlopsorku til at skipa hetta samfelag. Tá verður ein nýggjur leikur. Nýggir møguleikar og nýggir vandar. Framtíðin er ikki løtt at spáa um. Sanniliga er vitan góð. Meira tú veit, betur fært tú sketta um hetta og hatta, men eftir verður altíð nakað ókent, og her kemur so trúgvin upp í leikin. Trýrt tú upp á eina framtíð fyri Føroyar, vil tað lita tíni tøl og próvgrundir eins og tað vil gera, um tú trýrt tað mótsatta, ella tú bara ongar broytingar vil hava. Gott er sum er, hugsanin. Men nú á døgum munnu tað vera fá, sum skilja, at um tú vilt ella ei, koma broytingarnar so ella so. Tá oftast bara til tað verra, viðhvørt við óbøtiligum fylgjum. Eitt nýtt ættarlið er á øllum økjum farið at gera vart við seg. Hetta er gleðiligt. Eitt ættarlið við nýggjari vitan og dreymum.
Sum ein ímynd av hesum kemur nú henda myndin fram fyri meg, ið gjørdi øll bilsin. Myndin av nýggja stásiliga farinum, Kristian í Grótinum, skúmandi á veg til Føroya við øðrum og triðja ættarliði umborð. Ein mennandi, vøkur mynd.
Steinbjørn B. Jacobsen
8.10.98