Ein verkanevnd kann eisini vera politiskt vald; men vanliga eru tað áhugabólkar, sum heita á álitisfólk um at manna nevndina, sum so sjálv skipar seg við formanni, skrivara o.s.fr.v., t.e. eingin av limunum hevur sjálvur av fyrstan tíð stillað seg upp til val.
Verkanevndin í Vágatunlinum er í so máta eitt klassiskt dømi. Neyvan man nakar av limunum sjálvur hava biðið sær sess, og skulu teir í okkara pinkusamfelag fyrst noyðast kanna út í æsir, um vandi er fyri, at teir onkursvegna kunnu koma sær í ógegn, hevði neyvan nøkur nevnd nakrantíð verið mannað her á landi, tí vit munnu helst hava minsta fólkatilfeingi í heiminum í mun til tað virksemi, sum tíbetur mestu tíðina fer fram.
Fjølmiðlarnir eru í teirri trongstøðu, at teir skulu fáa til vega tíðindi hvønn einasta dag, onkur teirra fleiri ferðir um dagin. Samstundis varðveita teir Føroya nýggjari søgu, og við hvørt duga teir eisini peika á brek í samfelagnum, sum eiga at verða rætta.
Alt gott um tað at siga; men trupulleikin er tann, at stundir ikki eru at kanna, hvussu nógv tíðindini hava uppá seg, áðrenn tey sleppa út, og her eiga vit øll at hjálpa teimum við fyrst at royna at sálda frá, áðrenn eisini vit sjálvi við gyltari sjálvgleðiskrúnu fara upp í populitiska hópin at galdra: krossfest - krossfest!
SEV-stjórin hevur nú virkað í mong Harrans ár, hetta bæði í góðum og - ikki minst - í ringum tíðum, og man hann í starvi sínum hava verið rættiliga gegniligur, annars hevði hann neyvan verið valdur í nevnd sum álitismaður og av nevndini til formann.
Mær vitandi hevur SEV-stýrið heimild at virka eitt fýra ára skeið í senn, hetta líka til næsta val. Somuleiðis hevur stjórin fingið heimild at arbeiða eftir besta førimuni innan ávísar karmar, sum hann nú verður ákærdur fyri at hava brotið; men fyri mær er ilt at síggja, hvør brotsgerðin man vera.
Eftir øllum at døma hevur hann í hesum føri keypt tann partin av trygdarútgerðini, sum SEV átti sína ábyrgd av, og kenni eg Klæmint rætt, man motorurin neyvan vera heilt óbrúkiligur.
Hví hann nu knappliga skuldi kalla stýrið ella kanska alla umboðsnevndina saman til júst hesa avgerðina av mongum, dugi eg ikki rættiliga at skilja. Hvussu hevði tað verið umrøtt, um nú trygdarútgerðin ikki var keypt, áðrenn tunnilin alment varð tikin í nýtslu ?
Við so bábelskari samanseting sum í Vágatunlinum, hevur tað ikki verið nøkur bloyta, íð sitið hevur sum nevndarformaður at taka dagar ímillum okkum sjálvi og útlendskar entreprenørar, so eyðmjúkir hesir í fyrsta umfari annars kunnu tykjast vera, og við hansara royndum - góðum sum ringum, eitt nú við tí elektriska undirentreprenørinum - hevði tað verið harmiligt spell fyri Norðoyatunnilin og allar Føroyar, um henda vitan harra Klæmints bert varð kveistra til viks.
Hetta er sum kunnugt tíverri ikki eindømi í nýggjari tíð.
Vit hava brúk fyri øllum, vit eiga og hava bart út ikki ráð til at blaka meira fyri bakka, enn vit hesi árini longu hava gjørt.
Eftir 12-15 árum í sonevndum menningarlondum - Føroyar ikki íroknað-ar - siti eg við eini ófrættukenslu av, at vit so smátt nærkast hesum tilafturskomnu, sum, hóast gott vit og skil, neyvan tora kasta sær av vatninum uttan eftir harraboðum, tíansheldur seta spakan í.
Um kostnaðin um Sundið kann bert sigast, at hann er eitt nágreiniligt úrslit av lógtingslógini og sostatt í lagi, men samstundis júst ein av fleiri vansum, eg vísti á í "Viðmerkingar til uppskot til lógtingslóg um fast samband um Vestmannasund, dagfest 20.08.1999" - stívar 3 bls. til støddar.