Ein oasa fyri allar hoyvíkingar

Fríkirkjan Oasan fer sunnudagin at hava fyrsta møtið í nýggju kirkjuni. ? Hetta er ein stórur dagur fyri okkum øll. Og vita vóna, at henda kirkjan kann verða til signingar fyri mong menniskju, siga tveir av leiðarunum í samkomuni, Magnus Simonsen og Hendrik Olsen.

Hoyvík: - Jú, hetta er ein gamal dreymur sum nú umsíðir gongur út!
Magnus Simonsen er ein teirra, sum við gleði og takksemi hevur sæð fram til komandi sunnudag 5. juni 2005.
Endiliga kann Fríkirkjan Oasan í Hoyvík hava sítt fyrsta møtið í salinum, sum hevur staðið í gerð hetta seinasta árið.
- Hvør skuldi trúð tí? Tá vit í 1981 byrjaðu við møtum í Hoyvíkar skúla lá hugsanin um ein slíkan kirkjubygning als ikki í huganum á okkum. Vit komu tá mest saman fyri at styrkja hvønn annan í trúnni og líkasum halda tann andaliga eldin viðlíka.
- Men nú, ið vit eru komin so langt, so kunnu vit øll bara takka Gudi fyri henda bygningin, sum vónandi kann verða til signing fyri mong menniskju, sigur Magnus Simonsen, sum sjálvur hevur sitið í bygginevndini.
Sunnudagin kl. 11 verður so fyrsta gudstænastan hildin í hesum bygninginum. Men sjálv vígslan verður kortini ikki fyrrenn komið er nakað út í august mánað í ár.
Í møtisalinum kunnu íalt sita útivið 600 fólk, og tí er ikki at taka seg aftur í, at hesin bygningurin er bygdur uppá framtíðina.
Arbeiðið við kirkjuni hevur gingið sera skjótt. Økið var liðugt útgrivið í november mánaði í 2003, og í juni mánaði í fjør varð fyrsti formurin settur upp. Og í dag, minni enn eitt ár seinni, kann virksemið byrja av álvara.

Hvat nú?
Hendrik Olsen er ein teirra, sum situr í elstaráðnum í hesi fríkirkjuni, sum heldur til á Kirkjustræti nr. 4. Hann fegnast, sum vera man eisini um at teir nú eru komnir so langt.
- Eg skal sjálvur prædika sunnudagin. Hóskvøldið sat eg og hugsaði um hetta, og setti tá mær sjálvum henda spurningin: Nú eru vit komin so langt. Hvat gera vit nú?
- Hesin bygningurin hevur ótrúligar møguleikar fyri andaligum virksemi av so nógvum slagi. Men mítt hægsta ynski er, at hoyvíkingar fara at taka hetta húsið til sín sum sítt egna ? at hetta má gerast eitt savningarstað fyri alt fólkið heruppi, sigur Hendrik.
Inn í sjálva kirkjuna er eingin gátt, og út frá hesum verður vónað, at gáttin inn í andaliga samfelagið í kirkjuni má verða so lág, at eingin fer at halda seg aftur í at koma til tey andaligu tiltøkini í samkomuni.
Sum er, finst einki størri forsamlingshús í Hoyvík, og tí er ikki óhugsandi at hetta húsið kann verða nýtt til ymisk høvi hvønn einasta dag í vikuni, t.d. til skeiðvirksemi, ervi og líknandi.

Nógvar møguleikar
Við eini slíkari kirkju hevur samkoman nú eisini fingið møguleika fyri veruliga at fara undir eitt andaligt arbeiði í hesum økinum, sum er vaksið nógv tey seinnu árini og enn stendur í vøkstri, hvat fólkatalið viðvíkur.
Ungdómurin er heldur ikki gloymdur í hesum sambandi, og tí er rættiliga nógv gjørt fyri at umstøðurnar til hetta arbeiðið skulu verða tær bestu.
Í møtisalinum verður uppsett tøknilig útgerð, soleiðis at góðir møguleikar eru fyri eitt nú størri konsertum, tí pláss er fyri omanfyri 600 áhoyrarum til hesi høvi.
Í kjallaranum er eitt høli uppá 250 fermetrar, har ein serliga hevur hugsað um tey 12 til 15 ára gomlu. Har er m.a. gjørdur ein skateboard-bani.

Til frið og hvíld
Nú er nakað síðani, at samkoman valdi at broyta navnið til Fríkirkjan Oasan.
Í hesum liggur, at talan skal vera um eitt frístað, har fólk, sum hava ein hungur ella tosta eftir at koma at kenna Guds orð, eisini kunnu koma inn fyri at fáa hvíld og frið í sálina.
- Út frá hesum er eisini ynski okkara, at fólk skal kunna fáa nýggja andaliga styrki til gerandisdagin, sigur Hendrik Olsen.
Um ikki so langa tíð er ætlanin at seta ein kross á vestursíðuna á bygninginum, har ljós eisini skal setast á. Á henda sama veggin skal eisini festast búmerkið hjá samkomuni.


Skráin hesa seinastu vikuna
<sum$?$end$!$Hósdagin 2. juni <BR>kl. 20 Ungdómurin arbeiðir í Oasuni
<sum$?$end$!$Sunnudagin 5. juni<BR>kl. 11 Guðstænasta
v/ Hendrik Olsen
kl. 14 Sunnudagsskúli
<sum$?$end$!$Mánadagin 6. juni<BR>kl. 20 Bønamøti




Fríkirkjan OASAN
Stødd: Salurin 570 fermetrar, kjallarin 250, millumbygningur 60 og ein komandi bygningur 150 fermetrar í tveimum hæddum
Sitipláss: Møtisalur 350 til fólk og kantina til 200 fólk
Virði: Bygningurin stendur í løtuni í 8,5 mió. kr.
Tekning: Tekning og prosjektering er gjørd av Eyðuni Zachariassen.
Fígging: Eginkapitalur, lán og sjálvbodnar gávur. Fríkirkjan eigur meiri enn triðingin av byggikostnaðinum í eginkapitali, eins og limirnir hava latið tíggjund til samkomuna.