Ein Oasa í Norðurlandahúsinum

Klokkan var blivin nýggju og tveir bólkar stóðu á skránni í senn, so nú mátti veljast. Country/gospel við Magna Christiansen ella JazzOasis. Nýggja stjørnan á føroyska gospelhimmalinum úr Kvívík hevur júst givið fløgu út, so har hevði man møguleikan at hoyra tað nýggjasta frá hansara hond. Sjáldsamari er høvið at sleppa at hoyra eina føroyska jazztrio - serliga við eini so forvitnissligari manning sum Edvard Nyholm Debes, Herluf Lützen og Jónleif Jensen. Av og á hugsar tú: Hví fara hesin og hasin ikki saman um at spæla, tá ið tú heldur, at onkrir tónleikarar høvdu hóskað væl saman. Soleiðis er tað eisini við hesum trimum. Teir eru nøkunlunda um sama aldur, líkjast eisini í royndum sum leikarar og dáma at spæla sama slag av tónleiki. Og teir funnu eisini saman um bólkin JazzOasis, sum hevur spælt eitt sindur her og har, men sum við festivalinum rættiliga tykist at ætla at staðfesta seg.

 

Trio í røttum umhvørvi

Tað vóru slagarar úr The Real Book - bíbliu jazzleikarans - sum ljómaðu inni í lítlu dansistovuni. Stovan hóskaði væl til sovorðnan café jazz, og tað var stundum, tú gloymdi, at tú vart í Norðurlandahúsinum og ikki í onkrum jazzklubba. Hesa kensluna saknar man eitt sindur sum jazzelskari á festivalinum. Jazzurin hevur røtur og hoyrir til í tí lítla skýmliga klubbanum, har hann kann fylla alt rúmið, og tónleikararnir hava tætt samband við áhoyraran. Ein trio er eftir mínum tykki er tann ideella jazzmanningin, og hon kemur har av álvara til sín rætt.


Føroyskir slagarar

Men bróðurparturin av skránni hjá JazzOasis var faktiskt sjálvgjørd løg. Teir høvdu allir tríggir skrivað løg, og tey vóru knasandi góð. Serliga væl dámdi mær jazzútsetingina av lagnum hjá Ega Dam ?Selatrað 8. juli?, sum Herluf hevði gjørt.

Høvuðsskoðsmálið til teirra er, at tað swingaði. Tey hava skilliga vant nógv, tí bæði byrjan og endi á øllum løgum sótu væl, men tað skal sanniliga eisini nógv venjing til at fáa tað at swinga, sum tað gjørdi her.