Ein og hvør skal ikki ferðast til Føroya á páskum

Bara tey, sum hava fastan bústað í Føroyum, og tey, sum hava bráðneyðugan tørv at sleppa til Føroya, eiga at ferðast til Føroya á páskum, mælir Epidemikommisjónin til

Nú eru nýggj tilmæli komin frá Epidemikommisjónini í sambandi við ferðing til Føroya á páskum. 

– Epidemikommisjónin mælir til, at bara fastbúgvandi føroyingar ferðast til Føroya á páskum, sigur Michael Boolsen, fúti í fráboðan í kvøld.

– Øll, ið ferðast til Føroyar, eiga at fara í heimauppihald í 14 dagar, verður sagt.

– Epidemikommisjónin mælir øllum til eisini at virða tilmælini frá myndugleikunum á páskum.

Tað vil siga, at bara tey, sum hava fastan bústað í Føroyum, og tey, sum hava bráðneyðugan tørv at sleppa til Føroya, eiga at ferðast til Føroya á páskum. Tey, sum ferðast til Føroya, eiga eisini at fara í heimauppihald í 14 dagar. Tað inniber, at tú verður heima við hús, fær ikki fólk á vitjan, og ikki fer av matriklinum.

Fólk, sum arbeiða í Danmark, lesandi, og onnur, sum hava fastan bústað í Danmark, verða í hesum høpi ikki roknaðir sum fastbúgvandi føroyingar.

– Epidemikommisjónin vónar, at tilmælini verða vird, og at eingin ferðast til Føroya, uttan at tað er hægst neyðugt, sigur fútin.

Eisini verður á páskum framhaldandi mælt til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum.

– Jú færri, tess betri – tó í mesta lagi 10 fólk. Mælt verður til at halda hóskandi fjarstøðu, í minsta lagi 2 metrar, at vaska sær væl um hendurnar, og at avmarka kropsligt samband við onnur, sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.