Ein ordans flongja

Fótbóltur: Fuglfirðingar trúðu næstan ikki sínum egnu eygum, tá ÍF í gjár snøgt sagt hølvaði føroyameistararnar úr HB sundur og saman. Sigurin og tey trý stigini hava nógv at siga fyri ÍF, meðan HB nú kann enda við at sita við reyvini í vatnskorpuni

ÍF *****
HB *
--------------

Sigurin í gjár var tann triði á rað hjá ÍF, sum leingi hevur hingið undir niðurflytingarstrikuni, og tí var einki at siga til, at frøin var stór á bæði spælarum, áskoðarum og øllum rundan um felagið. At tað so vóru føroyameistararnir, ið lógu undir, tá ÍF nú veruliga setti damp undir málmaskinuna, gjørdi tað neyvan verri.
Heili 7-1 bleiv tað til og saktans kundi tað blivið meira enn so: – Eg haldi, at 7-1 var ikki ov lítið, staðfesti ein av málskjúttunum hjá ÍF, Bartal Eliasen, tá hann var ígjøgnum í sendingini Triði hálvleikur.
– Eg eri eitt sindur skelkaður og má viðganga, at hetta var pínligt. Veruleikin er, at vit blivu hølvaðir av, tí hetta var ein ordans umgangur. Sjálvur helt eg ikki, at so stórur munur var á liðunum, men ÍF var nógv raskari, staðfesti HB-venjarin, Sigfríður Clementsen, tá hann stutt eftir dystarlok skuldi gera status upp eftir ein ræðuligan HB-innsats í Fuglafirði.

Sjálvmorðsknappur
Longu í øðrum minutti setti væl upplagdi Dánjal á Lakjuni hol á, tá hann í tveimum royndum fekk sett bóltin inn. Og mitt í fyrra hálvleiki økti Nenad Saric, áðrenn Chris Muomaife gjørdi tað til 3-0 sjey minuttir fyri steðgin.
– Eg haldi, at tað kundi akkurát tað sama verið 5-0 í fyrra hálvleiki, tí HB hevði ikki eina málroynd, sigur Bartal Eliasen um fyrra hálvleik, sum eisini noyddi teir í HB at byrja umaftur, tá seinni hálvleikur skuldi setast í gongd.
– Ja, vit vóru í steðginum samdir um at byrja frá 0-0 og royna at fáa eitt mál tíðliga. Fyrsta korterið í seinna hálvleiki var okkara besta løta, har vit skapa fleiri møguleikar. Men so trýsta vit á ein ella annan sjálvmorðsknapp, tí málini vóru sovorðnar villur, sum eg ikki havi sæð áðrenn. Sjálvt um vit fáa hatta málið, skorar ÍF beinanvegin til 4-1, og so hava vit ikki styrkina til at hála okkum uppaftur, sigur Sigfríður Clementsen.
Við einum skallara eftir innlegg fekk Hallur Hansson givið HB eina lítla vón, men hon var stokkut, tí longu minuttin eftir misti HB bóltin har afturi, og so var Christ Muomaife aftur upp á spæl og økti til 4-1.
Nú gekk tað aftur bara ein veg, og fyrst skoraði Bartal Eliasen við brotssparki, eftir at Dánjal var feldur, og síðani fullførdi Chris sítt hat-trick, áðrenn afturíafturkomni Andy Olsen krýndi sína løtu á vøllinum við sjeynda málinum hjá ÍF.

Stríðast fyri lívinum
Fuglfirðingar kunnu fegnast um, at endiliga kom hol á hjá teimum av álvara, og hóast teir óivað kundu hugsað sær, at okkurt av málunum í gjár var fallið í onkrum av undanfarnu dystum, hevur tað nógv at siga fyri liðið, at tað endiliga hevur fingið ein reindyrkaðan málskjútta á liðið:
– Chris, sum nú er komin upp á 12 mál, er ein rættur framherji, ið rakar væl málið. Hann hevur sitið nógv uttanfyri við skaða í ár, men er endiliga komin fyri seg. Vit aðrir hava ikki rakt málið nóg væl, so tí er tað gott at síggja, at vit nú hava fáa ein, sum rakar málið, sigur Bartal Eliasen, ið meira enn ta einu ferðina hevur verið neyðloysnin heilt har frammi, tí eingin framherji hevur verið til taks.
Í HB er veruleikin hinvegin ein annar, tí har ræður nú um at reinsa sárini og reisa seg aftur, og venjarin er sannførdur um, at eftir hetta man veruleikin vera gingin upp fyri monnum, at teir altso eru partur av einum niðurflytingarstríði.
Bæði venjarar, spælarar og øll rundan um liðið og felagið eru øgiliga skuffað, men vit mugu bara venda hesum beinanvegin. Nú er tað so ein ordans lagnudystur ímóti 07 Vestur, sum má og skal vinnast. Kanska gloymdu menn ímóti ÍF, at vit liva í einum veruligum niðurflytingarvanda, men nú eru tey flestu farin fram við okkum, so dysturin ímóti 07 Vestur verður millum tvey lið, sum stríðast fyri lívinum, staðfestir Sigfríður Clementsen.