Løgreglan hevur illgruna um, at eldurin varð ásettur.
Beint eftir klokkan 17.30 í gjár varð boðað frá eldi á vesinum í Steinatúni í Havn.
Tá sløkkiliðið kom á staðið, varð ein persónur funnin inni á vesinum. Viðkomandi varð fluttur á Landssjúkrahúsið við illgruna um roykeitran.
Løgreglan hevur illgruna um, at persónurin sjálvur setti eld á, og tí varð hann skuldsettur fyri tað, áðrenn hann fór á Landssjúkrahúsið. Eitt vitni hevði sæð, at viðkomandi var einsamallur á vesinum.
Sambært løgregluni var einki á staðnum, sum bendir á, at eldurin kann vera kyknaður av sær sjálvum. Har var heldur einki, sum kundi bent á eitt nú skammlop. Eitt ruskílat var millum tað, sum kundi brenna.
Eldurin gjørdi, at vesið og hølið uttan fyri var svart av royki.
Málið verður nú kannað av løgregluni.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##















