Ein plága fyri øll sum koma til Havnar við bili

Tórshavnar Kommuna skal heldur gera parkeringshús enn at byggja havnarlagið út

- Tað minsta vit kunnu krevja av Tórshavnar Kommunu, er, at hon útvegar fleiri parkeringsplás.

 

Bill justinusssen, tingmaður fyri Miðflokkin, sparir ikki krútið, tá ið hann sigur sína hugsan um hækka bótina fyri at parkera ólógliga upp í 500 krónur.

 

Parkeringsbótin er 200 krónur, men nú Løgtingið viðger eitt uppskot um fleiri broytingar í ferðslulógini, hava tinglimir umrøtt møguleikan at hækka bótina upp í 500 krónur.

 

Men tað fær ikki stórvegis politiska vælvild og ein av teimum, sum er harðliga ímóti tí, er tingmaðurin av Glyvrum, Bill Justinussen.

 

Hann vísir á, at Tórshavnar Kommuna ger alt tað hon kann, fyri at draga alt til Havnar.

 

- Tórshavnar  Kommuna vil hava, at allir almennir stovnar skulu vera í Havn, allir skúlar skulu vera í Havn og øll mentanartiltøk skulu vera í Havn.

 

- Tað minsta vit kunnu krevja av nógv tí ríkastu kommununi í landinum, er, at hon útvegar fleiri parkeringspláss, sigur hann.

 

Bill Justinussen nevndi eisini risastóru havnaútbyggingina, sum Tórshavar kommuna ætlar sær í holt við.

 

- Ístaðin fyri at fylla túsundtals rúmmetrar av gróti út á streymasjógv til eina havn, sum kann gerast á Skálafirði fyri ein triðing av prísinum, átti Tórshavnar Kommuna heldur at brúkt pengarnar til at bygt eitt parkeringshús fyri, so at tað bar til at sleppa av við bilin.

 

- Parkeringsviðurskiftini í Havn er ein verulig plága fyri øll, sum koma til Havnar við bili, sigur Bill Justinussen.

 

Hann sipar serliga til, at tað eru so fá parkeringspláss til langtíðarparkering.

 

Tað er ógvuliga týdningarmikið, at Tórshavnar Kommuna fær sær ein parkeringspolitikk, heldur enn at revsa tey, sum ikki lukkast at flyta bilin – ella parkeringsskivuna, sigur tingmaðurin fyri Miðflokkin.