Ein rúsaður bilførari í ferðsluóhappi

Løgreglan hevur havt úr at gera í nátt. Í nátt um 7.40 kom ein fráboðan til løgregluna um, at ein bilur hevði tikið í ein annan bil beint vestanfyri vágatunnilin. Tá ið løgreglan kom á staðið vísti tað seg, at bilførarin, sum koyrdi bilin, sum bar í ein annan bil, var rúsaður.

 

 

Umframt tað hevur løgreglan verið boðsend at taka sær av fullum fólki í býnum. Hesaferð vóru tað full fólk í Vágum, Eysturoynni og í Havn, sum vóru í trupulleikum. Onkur varð koyrdur til hús, onkur varð fingin á føtur aftur, meðan onkur var í ringum lag og tí tørvaði annan stuðul frá løgregluni.

 

 

Umframt hetta vóru tey ungu óvanliga ljót í atburðinum í nátt sigur løgreglan. Les meira um tað við at trýsta her.