- Eg kom koyrandi oman móti brúnni, tá ein bilur kemur út frá Norðskála. Eg síggi at bilurin koyrir og visti beinanvegin, at hetta endar í einum samanstoyti. Tað var als ikki einum spurningur um eg fór at raka bilin, men hvussu eg fór at raka bilin.
Soleiðis greiðir 21 ára gamli Marnar Djurhuus frá løtuni, tá hann í november í fjør var partur av eini ferðsluvanlukku við Streymin, har ein maður læt lív.
Marnar Djurhuus slapp frá vanlukkuni uttan nakað fysiskt mein, men hevur verið noyddur at ásanna, at tað ikki eru øll sár, ið eru sjónlig.
- At hava verið atvoldin til, at ein persónur læt lív, er ein ræðulig kensla, ið fylgir mær enn. Løgreglan hevur staðfest, at eg einki skeivt gjørdi og at bremsurnar og dekkini vóru sum tey áttu. Men tað broytir ikki tað sannroynd, at eg koyrdi trailaran og ein maður læt lív, sigur Marnar Djurhuus.
Í Vikuskiftis Sosialinum ber til at lesa eina longri samrøðu við Marnar Djurhuus um vanlukkuna og tíðina eftir.