? Saknurin hjá teimum nærmastu er øgiligur, tað er sjálvsagt, men eg haldi at allur Skálafjørðurin er merktur av hesi hending, ja, alt Føroya fólk, sigur hann.
Tað er ikki so langt síðani, at strandingar mistu fólk á sjónum. Fyri nøkrum árum síðani doyðu tveir ungir strandingar tá báturin teir vóru við rendi á land í Scrabster.
Eisini ta ferðina æt skipið Sjóborgin.
? Ja, tað er óhugnaligt so nógv sum henda bygdin hevur mist á sjónum, sigur Jógvan Fríðriksson.
? Tað er sjálvsagt at vit øll eru merkt av hesum skaðatilburði, eisini vit sokallaðu »professionellu«, sigur prestur og peikar á seg sjálvan, sum ein teirra.
? Talan er ungar menn, og eftir sita familjurnar - foreldur, konur og børn.
? Og tað er løgið so hart tað rakar summar familjur.
? Pápi Tonny Thomsen, sum var skipari á Sjóborg, fórst við einum útróðrarbáti fyri 25 árum síðani saman við einum skilmanni. Tonny kallaði sonin upp eftir teimum báðum, og nú fórust Tonny og tann sonurin eisini á sjónum.
? Í øðrum húsið doyði faðirin á sjónum fyri fáum árum síðani, so tað er syndarligt.
Jógvan Fríðriksson sigur, at teir arbeiða við at skipa fyri minningarguðstænastu nokk so skjótt.
? Fyrr var vanligt at bíða, men tøknin er so framkomin og teir hava leitað so væl, at tað er eingin vón um at finna nakran teirra á lívið.Tí haldi eg tað er rættast at halda minningarguðstænastuna sum skjótast, men tað er ikki heilt avgjørt enn nær tað verður, sigur hann.