- Ein realistiskan kjans at koma víðari

Í dag bórust tíðindini, at Føroyar hava fingið rættindi at skipa fyri eini undankapping til EM í hondbólti í 2020. Talan er um bólk A, har Føroyar eru í bólki saman við Kýpros og Grikkalandi. Besta liðið í bólkinum vinnur rættin til at luttaka í næsta umfari í undankappingini.


Í Hondbóltssambandinum eru tað glað fyri møguleikan at skipa fyri kappingini, og hóast tey ikki hava tikið av enn, so væntar Hallur Danielsen, starvsfólk í HSF, at talan er um ein avgreiðsluspurning.


- Tað er alt, ið týðir upp á, at vit taka av tilboðnum. Starvsnevndin hevur ikki viðgjørt tað enn, men hetta hevur verið eitt ynski hjá okkum. Hetta er ein partur av arbeiðinum hjá okkum at tryggja føroyskan hondbólt, og er hetta eitt gott høvi at vísa føroyskan landsliðshondbólt, sigur Hallur Danielsen.


Hallur Danielsen er eisini bjartskygdur, tá hann verður spurdur um hvørjar møguleikar føroyska liðið hevur at spæla seg víðari í kappingini.


- Vit kenna ikki nógv til Kýpros og Grikkaland, men her er talan um lond, ið vit kunnu spæla upp ímóti. Vit hava ein realistiskan kjans at koma víðari til næsta umfar av undankappingini, serliga havandi í huga, at vit hava heimavøll.


At skipa fyri altjóða kappingum kann vera kostnaðarmikið, men Hallur Danielsen greiðir frá, at føroyska hondbóltssambandið fær hjálp frá altjóða hondbóltssambandinum.


- Tá vit vunnu IHF Emerging Nations Championship í 2015, vunnu vit rættindini til eina kvalifikationspakka. Tað er hann, ið vit brúka nú, og vil tað siga, at altjóða hondbóltssambandið ber kostnaðin av kappingini, so sum gisting hjá hinum liðunum, meðan vit fáa inntøkurnar.


Kappingin verður í Føroyum 13. til 15. januar 2017.