Skálavík: Tað var Eiler Jacobsen sjálvur sum loysti fyrsta bøkkin til henda depilin, ið fyrst og fremst skal vera karmur fyri kristiligum møtum og legum.
Ætlanin er síðan at depilin skal gerast til ein part av føroysku ferðavinnuni og øðrum virksemi, sum verður avleitt av hesum.
Tríatitals milliónir verða nú settar í henda frítíðar- og mentanardepilin, sum tað væntandi fer at ganga tvey ár at byggja. Depilin liggur á einum 50.000 fermetrar stórum grundøki ovarlaga í bygdini.
Borgarstjórin í Skálavík, Linjohn Christiansen fegnast – sum vera man – um hesa nýggju ætlanina í hansara kommunu. Eftir hansara meting verður her ein møguleiki at kunna hýsa størri altjóða ráðstevnum í Føroyum.
- Vónandi fara eisini útlendsk ferðalið og áhugabólkar at koma til Skálavíkar at halda skeið og størri ráðstevnur.
- Verður tað so, fer hetta uttan iva at skapa lív í hesi bygdini og í allari oynni, sigur Linjohn Christiansen.
Víðskygd ætlan
Tað er so við og við liðin nøkur ár, síðani Linjohn Christiansen fekk eini heldur óvæntaði telefonboð.
Maðurin í hinum endanum var Eiler Jacobsen, fyrrverandi reiðari og sum hevði eittans mál á skránni: - Kann eg keypa eini fýra samanhangandi grundøki uppá nógvar túsund fermetrar?
Hetta ljóðaði so ógvusligt, at borgarstjórin gjørdist fullkomuliga tikin á bóli, ikki minst, tá Eiler greiddi honum frá ætlan síni í Skálavík.
- Eg skilti beinanvegin, at her skuldi meiri ríviliga takast til, enn við eitt vanligt grundøki. Lendið undir eini slíkari byggiætlan mátti á ongan hátt verða ein forðan, sigur Linjohn Christiansen.
Eiler kom jú sjálvur at vaksa upp her í bygdini, og nú hakin er settur í ætlanina um skeiðsdepilin er hetta á einum staði, har børnini í Skálavík eiga mong góð minnini.
Tað er helst so sum Linjohn Christiansen tekur til: - Staðið her Inni á grind hóskar væl til nakað so víðskygt sum henda ætlanin!
Vitan og sálarmátt
Ætlanin hjá Eileri Jacobsen er at byggja ein umleið 4000 fermetrar stóran frítíðardepil, har møguleikar fyri alskyns virksemi skulu skapast.
Hesin depilin skal hava umstøður til ferðavinnu, fundir, skeið, ítriv og sjálvandi gisting. Ella sum Linjohn Christiansen tekur til:
- Her verða hallir til fundir, samkomur, svimjing og ítriv og leikvøllir til kropp, sinn og sál at hvíla, koma fyri seg og at savna megi og mátt!
Hann vísir á, at ætlanin hjá Eileri er ikki minst at depilin skal nýtast til kristiligar fundir, og tí verða ikki færri enn tvær samkomuhallir at finna í skeiðsdeplinum.
- Tað er mín vón, at fólk, bæði ung og gomul, einstaklingar og familjur við børnum fara at leita sær higar til Skálavíkar at vinna sær vitan, uppliving, stuttleika, sálarmátt og heilsubót, sigur ein bjartskygdur borgarstjóri í Skálavík.
Við tí upprunaliga lendinum frá kommununi, og tí sum Eiler hevur keypt aftrat, er talan um eitt 50.000 fermetrar stórt øki.
Møguleiki er eisini at royna eina sameining av ymiskum orkukeldum, millum annað reinari orku við vind og sól, ymiskum hitaskipanum við luft og jørð til innihita, umframt elmegi saman við vanligum kolvetni til at hita og reka depilin.
Útlendingar og føroyingar
Linjohn Christiansen vísir á, at í dag eru fáir ráðstevnudeplar her á landi, um ein sær burtur frá Norðurlandahúsinum og teimum størru hotellunum.
- Hetta hevur mangan verið ein bági og forðan fyri at vit kunnu hýsa størri altjóða ráðstevnum.
- Men henda verkætlanin bøtir munandi um henda tørvin. Og tí vóna vita, at bæði føroysk og útlendsk ferðalið og áhugabólkar fara at leita higar at halda skeið og størri ráðstevnur, sigur hann.
Fyri Linjohn Christiansen hevur tað stóran týdning, at vit eiga ágrýtin fólk, sum haraftrat hava tey góðu hugskotini, tora at váða nakað og haraftrat eru rummisk – tað er: stórtøkin og gávumild.
- Ja, Eiler er ein teirra, ið ikki goymdi gullið, eins og Frænir á Glitraheiði. Men hann ynskir at lata sín pening arbeiða og koma hundraðtals øðrum fólkum og til nyttu og gleði, vísir hann á.