Ein øðrvísi skúlavika

Skúlavikan nummar 13 í Nólsoy var eitt sindur øðrvísi enn vanligt Farnu vikuna hava næmingarnir í Nólsoyar skúla gjørt mangt ymiskt. Seinnapartin týsdagin sungu tey í Tilhaldinum í Nólsoy, og áhoyrarunum dámdu væl. Mikudagin fóru allir næmingarnir til sjónleikin ?Svíkjarin? og afturat møguleikanum at síggja størru næmingarnar norðanfyri syngja, dansa og spæla, varð sjálvsagt gingið niðan í Norðurlandahúsið og oman aftur á Bursatanga.

Eina morgun sluppu næmingarnir á fjall, og komin aftur á skúlan fóru nakrir næmingar í holt við at gera døgurða, soleiðis at øll kundu eta saman í matarhølinum, áðrenn farið var í vikuskiftisfrí, sigur Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoyar skúla við torshavn.fo