Ein søga um skóleistar

- grundarlag undir list

Framsýning

Audrey Croc hevur í døgunum 1. ? 6. mars eina listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Formað listarverkinini hava tráður, ull, ein søga um bundnar skóleistar og ein ferð til Føroya í mars-apríl 2001.
Audrey Croc er frá Fraklandi, er 23 ára gomul og hon gongur á listaskúla í Rennes, Bretagne. Listarliga arbeiðir hon við tekning, máling, video og samansetingum, ið alt skapar eina heild.
Tey verk, hon sýnir fram í Smiðjuni, fara at broytast ígjøgnum framsýningina, tí Audrey arbeiðir við myndunum á sjálvari framsýningini. Náttúrutilfar sum jørð, tráður, ull og plantur brúkar hon nógv av, tí henni dámar teirra viðbreni. Íblásturin kemur frá at ferðast og síggja øðrvísi landsløg og umhvørvi, og hetta hjálpir henni eisini at skapa listina.
Croc hevur funnið nógv sambond millum føroyskt landslag og siðvenju og sín listarliga áhuga. Tá hon var her fyrstu ferð í 2001, hitti hon nógv fólk úr Svínoy, Nólsoy, Gásadali, Koltri, Trøllanesi og Havnini, sum binda, og hetta hevur vakt hennara áhuga fyri binding. Hon var millum annað og vitjaði á Tøting í Gøtu, og har fekk hon upplýsingar um føroysku ullina, og um, hvussu hon skal virkast. Hon búði eisini á eini útoyggj millum bóndir og seyðamenn, og sigur hon, at hetta var eisini sera kveikjandi.
Audrey er nú komin aftur til Føroya, og við sær í kuffertinum hevur hon listarligt arbeiði, ið er sprottið burturúr hesum upplivingunum, og framsýningin í Smiðjuni er ein háttur at deila hesar upplivingar við teimum, sum hava verið orsøk til tær.
Framsýningin er opin hvønn dag frá klokkan 15 ? 20 frá 1. til 6. mars.
Til ferniseringina spæla fríggjadagin spæla Kristian Blak, Mikael Blak og Brandur Jacobsen. Teir spæla klokkan 17, og síðani aftur sunnudagin klokkan 15.