Leiðarar í fleiri londum fegnast um, at Hosni Mubarak hevur lagt frá sum forseti í Egyptalandi, men samstundis leggja teir dent á, at tað er umráðandi, at tað nýggja stýrið í Kairo fyrireikar og virkar fyri demokratiskum nýskipanum.
Amerikanski varaforsetin, Joe Biden, segði fyri einari løtu síðani, at dagurin í dag er søguligur.
Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, segði í einari stuttari viðmerking uttan fyri bústað sín í Downing Street, at Bretland er til reiðar at hjálpa Egyptalandi við tillagingini til demokrati.
Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, fegnast eisini um tað, sum er hent í Egyptalandi. Fleiri vísa á, at hon tosar av egnum royndum, tí hon er ættað úr gamla DDR, og fleiri hava borið hendingarnar í Egyptalandi við tað, sum hendi, tá Berlinmúrurin fall.
Ísraelska stjórnin sigur seg vóna, at tað nýggja stýrið í Kairo fer at halda fram við sama Ísrael-politikki sum Mubarak.