Klokkan 19:24 í køvld fekk løgreglan boð um, at tveir bilar vóru stoyttir saman á vegastrekkinum millum Skálabotn og Skipanes, nærri Skipanesi.
Av løgreglustøðini í Havn upplýsir vakthavandi, at tvey fólk ella fleiri hava fingið skaða, og at tríggir sjúkrabilar vóru á veg á Landssjúkrahúsið við teimum fólkunum.
Talan var ikki um lívshóttandi mein, hevði vakthavandi fingið at vita av skaðastaðnum.
Ein persónur sat fastkleimdur í øðrum bilinum, og tí vóru boð eftir Skálafjarðar Sløkkiliði við klippiútgerð.
– Okkara fólk á staðnum royna nú at fáa ferðsluna at koyra aftur. Bilarnir eru fluttir til viks, og vit fara at taka teir upp seinni í kvøld, sigur vakthavandi.