Ein sera stórur veðrur til ólavsøkuna

Stór øl á marknaðin

 

Ein stór øl er komin á marknaðin. Tað er Føroya Bjór, ið hevur sent eitt nýtt snið av veðrafløskum á marknaðin.

 

Veðraølið hjá Føroya Bjór stendur óivað í mongum kuldaskápi, hjalli ella bilviðførisrúi á ólavsøku. Men nú er alt so nógv lættari, sum tikið verður til.

 

Bryggjaríið hevur nevniliga sent veðrin á marknaðin í stórari fløsku. Hon er úr plasti og í henni eru 1,25 litrar. Stóra veðraølin var at fáa í Havn og í Klaksvík í gjár og fløskan kostar 34 krónur (við 5 krónum í panti).

 

Óivað verður nýggja støddin og sniðið hent hjá mongum. Men nú ber ikki longur til hjá monnum at siga við konuna við blonkum, mjúkum eygum: "Eg havi bert drukkið eina øl!", tí hetta hevur fingið heilt nýggja merking. Sama er galdandi, verður ein steðgaður av løgregluni.

 

Hinvegin heldur onkur óivað, at tað er somikið hugnaligari at verða boðin inn til vinmannin til eina øl.

 

Tað er vorðið alt vanligari við oplastfløskum og hetta fer kanska at fríðka eitt sindur um, so færri brotnar og vandamiklar fløskur verða at síggja á ólavsøku.