Fert tú á ólavsøku í ár, og plagar tú at vera á ólavsøku?
- Ja, um alt gongur eftir ætlan, fari eg á ólavsøku. Eg plagi at vera á ólavsøku, um vit ikki eru uttanlands og ferðast. Tað gjørdu vit nokso ofta, tá yngri sonurin var smádrongur, men seinastu mongu árini hava vit verið heima.
Tað sigur Urd Johannesen, og hon leggur aftrat:
- Tá vit búgva her í høvuðsstaðarøkinum, er tað nokso líkatil at taka lut.
Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?
- Tað er góða blandið av tí hátíðarliga og fólksliga; tað hitar hjartað at síggja øll fólkini í litvøkru tjóðarbúnunum, Merkið veittrar á hvørjum horni, og fólk í øllum aldursbólkum eru at síggja.
Urd vísir á, at tað er eitt serligt huglag úti í gøtunum og stórt gestablídni inni í heimunum.
- Ólavsøkan er ein sjarmerandi hurlivasi av ballónum, candyfloss, hornblástri, útimøtum, sangi, látri og vinaligum túnatosi. Eg plagi ikki at hava alt ov nógvar ætlanir, tí tað skal vera pláss fyri tí spontana. Eg fari heldur har, ið veður, vindur og vinir føra meg.
Hon sigur, at kortini eru nakrar siðvenjur knýttar at tjóðarhátíðini, sum hon roynir at halda fast í, hóast tær hava broytt seg so hvørt, sum árini leggjast aftrat beinunum, sum hon tekur til.
- Men, fast á skránni eru kappróður, listaframsýning og fundurin á Doktaragrund, og vit eiga altíð ólavsøkusuppu og ommubreyð inni, um onkur kemur á gátt.
Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?
- Betri pláss til midnáttarsangin. Seinastu árini hava tað verið so nógv fólk savnað, at tað stundum kennist klaustrofobiskt og so fleiri hýruvognar, um - ella tá - tað regnar.
##med2##
Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?
- Eg minnist serliga væl eina ólavsøku síðst í nítiárunum, sum eg helt saman við míni kæru vinkonu, Duritu Brattaberg, sálu. Har, sum Durita var, var altíð látur, spontanitetur og óvæntaðar hendingar.
Urd sigur, at bæði hon og Durita sungu í Ólavsøkukórinum.
- Vit vóru í okkara búnum frá morgni til myrkurs, og næturnar vórðu so mikið langar, at vit ongantíð komu úr búnunum, áðrenn vit skuldu møta til sangin á Tinghúsvøllinum.
Hon vísir á, at tær búðu eitt hanagleiv frá hvørjari aðrari úti í Grønlandi, og minnist hon rætt, keyptu tær morgunbreyð frá Restorff, sum var mitt í býnum tá, áðrenn tær gingu heim.
- Nógvar aðrar stuttligar hendingar hava eisini verið, eitt nú, tá vit vóru nøkur, sum koyrdu runt í bussi undir koronufarsóttini og sungu í ymiskum grannaløgum, tí fólk kundu ikki savnast í stórum fjøldum.
Urd Johannesen endar soleiðis:
- Og sjálvandi minnist eg við takksemi allar tær góðu og hugnaligu løturnar saman góðum vinum á ólavsøku.
Lesið eisini - Ólavsøkan í fjør var heilt serlig
https://www.in.fo/news-detail/olavsoekan-i-fjoer-var-heilt-serlig












