Liðið hjá Mathiasi er nú fjórðfremst í Svøríki

Uppflytararnir hjá Västerås SK avrika framúr væl

U21-landsliðsleikarin, Mathias Hellisdal slapp á vøllin teir seinastu 15 minuttirnar, tá lið hansara, Västerås SK fjórða dystin á rað fekk úrtøku í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni.

 

Mathias hevur fingið spælitíð í sjey av teimum seinastu átta dystunum hjá Västerås.

 

Í kvøld vann Västerås 2-0 heimasigur á øðrum uppflytara, Örgryte. Taonsa Axel gjørdist stóra hetjan hjá heimaliðnum við at skjóta eitt mál í hvørjum hálvleiki.

 

Västerås er nú fjórðfremst í deildini við 22 stigum. Teir eru bert eitt stig frá BK Häcken, ið er á triðja plássinum sum gevur atgongd til undankappingina til Conference League. Sirius er langt fremst í deildini við 35 stigum. 

 

Í morgin klokkan 16.30 spælir liðið hjá Áka D. Samuelsen og Martini Agnarssyni, Mjällby dyst á útivølli móti Kalmar FF.