Fert tú á ólavsøku í ár?
- Ja, tað fari eg, og eg plagi altíð at vera á ólavsøku. Fyri meg er ólavsøkan ein sjálvsagdur partur av summarinum.
Tað sigur Jóngerð Guttesen.
Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?
- Tað besta er felagsskapurin og siðvenjurnar. Hátíðarligu løturnar - serliga setanin og skrúðgongan.
Jóngerð heldur, at kappróðurin á ólavsøku eisini er nakað heilt serligt, og fólkafundurin á Doktaragrund er ein fastur táttur í ólavsøkuni hjá teimum.
- Tey mongu fólkini í vøkrum føroyskum klæðum geva eisini ólavsøkuni ein heilt serligan dám. Hetta saman við øllum teimum góðu løtunum, har tú hittir vinir, familju og kenningar, ger ólavsøkuna til eina serstaka tjóðarhátíð.
Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?
- Nei, eg haldi í veruleikanum ikki, at eg sakni nakað. Fyri meg hevur ólavsøkan alt tað, sum ein góð tjóðarhátíð eigur at hava, heldur Jóngerð.
Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?
- Ólavsøkan, sum eg minnist serliga væl, var í 2020, tá koronufarsóttin gjørdi, at tann siðbundna ólavsøkan varð avlýst.
Hon vísir á, at hóast farsóttina, skipaðu fleiri grannaløg fyri smáum lokalum ólavsøkum.
- Hetta varð eisini gjørt Inni á Gøtu í Hoyvík, har vit búgva. Her varð tjald sett upp, og her varð eitt nú skipað fyri midnáttarsangi. Hetta var ein heilt serstøk og hugnalig uppliving, sigur Jóngerð Guttesen.










