Ein seym frá 300.000 krónum

Tíverri slapp Borghild Johannessen í Klaksvík ikki framvið seinasta seyminum í kvøld.

 

Tað var Borghild Johannessen í Klaksvík, sum fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld. Høvuðsvinningurin var á 900.000 krónur, sum hon valdi at deila yvir teir tríggjar leyparnar við 300.000 krónum í hvørjum leypi.

Bæði í fyrstu og aðru royndini steðgaði gekka-hjólið á 10.000 krónum, sum fyrru ferð hevði givið henni 30.000 og aðru ferð 20.000 krónur. Men, kvinnan úr Klaksvík hevði hug at royna triðju og seinastu ferð - í royndini at ogna sær 300.000 krónur.

Og tað var eisini líka við, at hetta eydnaðist.

Men, í eydnuspæli er eydnan við, tá tað gongur væl, og hon er ikki við, tá tað gongur minni væl. Í triðju royndini steðgaði gekka-hjólið á 12.500 krónum - og bert ein seym frá teimum 300.000 krónunum í reyða leypinum.

Men, Borghild Johannessen hevði gjørt tað, hon kundi, og tá tað var vorðið greitt, at vinningurin hjá henni í kvøld gjørdist 12.500 krónur, takkaði hon nógvar ferðir fyri. Høvuðsvinningurin næsta fríggjakvøld verður ein miljón krónur.

##med2##