Tá Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar mánadagin undirskrivaðu ein nýggjan sáttmála við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, eftir eitt seytjan daga langt verkfall, var tað ein sigur fyri øll fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, í samrøðu við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum.
- At Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fingu ein so góðan sáttmála, er ein siður fyri øll fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, sigur Herálvur Jacobsen við skulabladid.fo.
Formaðurin í Lærarafelagnum sigur við Skúlablaðið, at hann metir Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava ført eitt vælskipað og hart stríð, ið endaði í einum góðum og óvæntaðum sáttmála.
Nú sjúkrarøktarfrøðingarnir hava slóðað fyri at fakfeløgini ikki noyðast at fylgja fyrstu semjuni, ið verður gjørd á almenna arbeiðsmarknaðinum, hevur formaðurin í Lærarafelagnum eina vón um, at tað fer eydnast teimum at fáa betri sømdir. Tá hugsar hann serliga um viðbøtur í samband við ískoytisútbúgvingar.
- Stórur partur av lærarunum í dag hava útbúgving á bachelorstøði; kortini sæst hetta ikki aftur í lønini. Øllum lærarum áttu at staðið í boði at uppstigað seg til bachelor og fingið løn hareftir; umframt áttu drúgvar starvsroyndir at talt við og flutt aðrar lærarar upp í løn, sigur Herálvur Jacobsen við skulabladid.fo.