Tað sum er avgerandi, er nevnliga ikki bara at telja miljónaupphæddirnar á fíggjarlógini. Tað sum er avgerandi, er í hvønn mun tann neyðugi tørvurin á hesum økjum verður nøktaður, samanborið við ta fíggjarligu orkuna í samfelagnum. Og her er støðan tann, at aldrin áður hevur verið ein so skríggjandi andsøgn millum tann ónøktaða tørvin á almanna- og heilsuøkinum og teir rokaðu kassarnar av skattum, avgjøldum og donskum blokkstudningi.
Ta skammiligasta er vanrøktin av eldraøkinum. M.a. er tað tann nakni veruleikin, at hóast ein skríggjandi tørv, so er í hesi 4 árini við teirri borgarligu loysingarsamgonguni ikki bygt eitt einasta røktarheimspláss. Vit vita eisini hvussu støðan er við landssjúkrahúsinum, sum fyri hvønn dag forfellur meir og meir, uttan at ábøtur verða gjørdar. Og vit kundu hildu áfram, m.a. við teim ómenniskjansligu viðurskiftunum hjá sálarsjúkum, menningartarnaðum og teimum við skerdum førleika annars.
Játtanin er minni í 2001 enn í 1990, samanborið við bruttotjóðarúrtøkuna
Tá landsstýri samanber hvussu stórur partur av samlaðu fíggjarlógini nú fer til almanna-, heilsu-, undirvísingar- og mentamál, og samanber hetta við t.d. 1990, so verður myndin snarað av tí, at tá vóru so nógv aðrar útreiðslur, sum tyngdu fíggjarlógina, men sum í dag eru mest sum burtur. Hugsa t.d. um allan fiskivinnustuðulin. Tí kemur tað av sær sjálvum, at almanna-, heilsu- og skúlamálini fylla ein størri part av eini fíggjarlóg, har hinir útreiðslupostarnir eru lutfalsliga minni enn í 1990.
Tí er rættari at samanbera játtaninar til almanna-, heilsu- og skúlamál við bruttotjóðarúrtøku okkara, eisini stutt kallað BTÚ. BTÚ er tað sama sum virðið av allari framleiðsluni í okkara samfelag, og er tí tað besta máti fyri okkara egnu fíggjarligu orku - her er ongin blokkstuðul roknaður uppí.
í mió. kr.
1990 2001 %-vøkstur
Almanna-, heilsu- og skúlamál
1.686
2.126
26 %
Bruttotjóðarúrtøkan
6.197
8.918
44 %
Alm.-, heilsu- og skúlamál í % av BTÚ
27 %
24 %
Nú vísir tað seg, at samanborið við BTÚ, so brúka vit minni í dag enn í 1990 til almanna-, heilsu- og skúlamál. Tað er tann kaldi veruleikin, og tað er onki serligt hjá loysingarsamgonguni at reypa av.