Ein skuffaður AB'ari

Eitt aftursvar til Súna Fríða Barbá, sum niðurger AB í samrøðu við Dimmalætting tann 13. juli.

Sum orðatakið sigur: Ikki kasta við steini um tú sjálvur býr í glashúsi!

Jan Zachariasen: Eg eri vónbrotin av Súna Fríða Barbá

 

Eitt aftursvar til Súna Fríða Barbá, sum niðurger AB í samrøðu við Dimmalætting tann 13. juli.

Sum orðatakið sigur: Ikki kasta við steini um tú sjálvur býr í glashúsi!

Tú sigur, at núverandi leiðslan í AB hevur ongar royndir. Tað er partvíst rætt, men eg haldi ikki at niðurstøðan hjá nevndini hevur verið óbúgvin. Persónligt haldi eg ikki at títt ár í ár sum fótbóltspælari hevur verið sera sannførandi, og tað rokni eg eisini við, at tú heldur sjálvur. Mín forkláring upp á tað er, at tú hevur brúkt ov nógva orku upp á at pleyga títt "hjálpar-venjara" starv ístaðin fyri at spæla fótbólt, tí havi eg sjálvur argumenterað fyri, at tú skuldi vera spælari og ikki hjálparvenjari.

Tú sigur, at tú ert skuffaður av AB.

Minnist tú ikki sjálvur, hvussu tú hevur uppført teg ímóti AB? Ella er alt farið í gloymibókina?

Hvør hevur brotið avtalur okkara millum fyri triðju ferð nú?

Hvør stillaði seg upp í AB veitsluni í 2005 og segði, at hann var 100% í AB árið eftir?

Hvør fekk løn í steðginum frá AB, tí hesin spælarin skuldi vera við komandi ár 100%. Men so fekk tú jóladunnuna hjá táverandi formanninum at venda sær í ovninum við at senda ein sms sjálvan jólaaftan, um at tú ikki vildi vera við í AB meira.

Hvør var tað sum kom til nevndina í summarsteðginum og vildi hava meira í løn, tí annars fór tú í annað felag, tí títt ár hevði hilnast so væl? Og so snakkar tú um pengamenn?

Hvør var á veg til bæði eitt og annað felag beint áðrenn flytingarvindeygað smekkaði í í februar, hóast viðkomandi hevði sáttmála við AB?

Kundi tú ikki bíða ein dyst áðrenn tú fór hesaferð? Tú segði tú vildi halda fram, ella um ikki annað hugsa um tað. Men tú valdi tað ringasta tíðspunktið at gera tað uppá – og tað er heilt ófatuligt í mínari verð! Tveir dagar áðrenn dystin móti B71, sum hevði so stóran týdning fyri Argir!

Nei góði Súni Fríði Barbá, eg havi sjálvur hildið, at tú hevur gjørt nógv gott fyri AB ta tíð, tú hevur verið her úti. Naivur sum eg eri, havi eg borið yvir við tær, fyri hesu býttu gerðir tú hevur gjørt ímóti okkara kæra felag úti á Argjum. Og so skal tú spilla okkum út í almennu Føroyum? Og fáa øll fólk at síggja niður á okkum orsaka av eini beistagerð, sum tú sjálvur hevur gjørt?

Tú hevur verið pleygaður í høvd og reyv úti á Argjum. Borin á gullstóli, pleygaður sum ein kongur, sjáldan er nakar pleygaður so væl, sum tú hevur verið. Menn hava gingið og hildið tær í hondina síðani dag eitt. Alíkavæl kanst tú niðurgera okkum soleiðis?

Tú fært tað eisini at ljóða, sum um allir hasir spælararnir eru givnir orsaka av, at tú ert farin? Allir uttan tveir av hasum fóru langt áðrenn teg! Men tú sigur einki um teir spælararnar, sum eru komnir út har. Hví? Hevði tað ljóðað for positivt? Er meiningin bara at niðurgera AB?

Til stuttleikar kann eg nevna, at hatta við 80-100.000 er tað reina páspinn frá tínari síðu. (reyp frá tínari síðu!)

Til seinast vil eg ynskja tær góða eydnu í framtíðini.