? Eg síggi hetta spælið sum nakað absolutt positivt. Kappingarelementið ger, at tú lærir nakað um veruliga lívið og um vinnuna. Tað, at næmingarnir eru noyddir at samstarva, eisini við aðrar næmingar úr øðrum londum, er eisini sera gott, staðfestir Jógvan á Lakjuni, tá vit spyrja hann, hví hann hevur valt at stuðlað einum telduspæli sum Xplore.
Hann sigur, at tað í hesum døgum veðrur so nógv tosað um OECD kanningar, men landstýrismaðurin heldur, at slíkar kappingar eisini eru við til at staðfesta hvørjum støði føroysku næmingarnir eru á.
? Hetta vísir jú, at vit eru fult á hædd við aðrar skúlar í øðrum londum, so hetta er avgjørt nakað, sum eg sum mentamálaráðharri má gleðast um.
Spurdur, um hann aftur komandi ár fer at játta stuðul til Xplore, um so er at tað veðrur spurt um tað, svarar Jógvan á Lakjuni, at hann ikki kann ímynda sær nakað annað.
Áhugin fyri spælinum er jú sera stórur, eisini í útlondunum, so eg meti, at tað er okkara skylda at stuðla hesum, staðfestir hann at enda.