Ein sonur Gaddafi tikin til fanga

Keldur hjá uppreistrarleiðsluni í Libya siga í kvøld, at uppreistrarmenninir hava tikið ein son Muammar Gaddafi í býnum Sirte, sum harðir bardagar hava verið um teir seinastu dagarnar.

Keldurnar siga fyri Reuters, at Motassim Bilal Gaddafi varð tikin til fanga í gjárkvøldið, tá hann royndi at flýggja úr býnum saman við húski sínum í einum bili. Keldurnar leggja afturat, at fangin bleiv fluttur til Benghazi í morgun.

Reuters sigur seg hava tíðindini frá trimum embætismonnum hjá uppreistrarleiðsluni.