Ein spennandi tíð fyri framman

Herfyri vóru umboð fyri Hvannasunds kommunu og Viðareiðis kommunu og vitjaðu inni í Árnafjarðartunlinum.

Fremstar á myndini eru borgarstjórarnir í Hvannasunds kommunu og Viðareiðis kommunu.

Tað var Landsverk, sum bjóðaði Hvannasunds kommunu og Viðareiðis kommunu at síggja gongdina í arbeiðnum við nýggju tunlunum.

 

- Hetta var ein góð og áhugaverd vitjan, siga tey á heimasíðuni hjá Hvannasunds kommunu, har tey eisini hava lagt nakrar myndir út frá tunnilsvitjanini.

 

At enda verður tikið soleiðis til um tunnilsbyggingina Norður um Fjall, har umstøðurnar við nýggju tunlunum verða heilt aðrar enn tær, vit kenna í dag:

 

- Vit kunnu ikki siga annað enn, at ein spennandi tíð er fyri framman, siga tey í Hvannasunds kommunu.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at borgarstjóri í Hvannasunds kommunu er Katrin Næs, og borgarstjóri í Viðareiðis kommunu er Marita Sumberg.

 

##med2##

 

Fremstar á myndini eru borgarstjórarnir í Hvannasunds kommunu og Viðareiðis kommunu.

Tað var Landsverk, sum bjóðaði kommununum at vitja inni í tunlinum.