Ein spurningur um lív ella deyð

- Eg skilji ikki, at tú ella nakar annar kann vera ímóti at vit fáa fast samband við meginøkið. Eitt skalt tú, Magni í øllum førum vita: Verður Sandoyartunnilin ikki veruleiki skjótt, verður kanska eingin eftir at koyra ígjøgnum tunnilin, tá hann umsíðir kemur, sigur Eyðun Viderø.

Sandur: - Eg skal ikki tosa leingi við fólk á gøtuni, fyrrenn tosið av sær sjálvum kemur inn á undirsjóvartunnilin. Fólk eru øgiliga upptikin av hesum spurninginum og optimisman er í hæddini.

- Hetta er veruliga ein spurningur um lív ella deyð fyri okkum á Sandoynni, slær fyrrverandi tingmaðurin heiman av Sandi fast.

Hann hevur verið íðin fortalari fyri at sandoyingar fáa somu atgongd til meginøkið, sum vágafólk og norðoyingar. Enn hevur áhaldandi skriving hansara og uppskot á tingi ikki borið ávøkst ella fingið undirtøku.

Eyðun er kortini sannførdur um, at ein undirsjóvartunnil fer at skapa møguleikar fyri vinnuligum virksemi og trivnaði í allari oynni.

- Tað er eingin ivi um, at tá tunnilin er komin koma fólk undan kavi, sum verliga ynskja at menna hesa oynna og tryggja fólkinum eina bjarta framtíð. Tí havi eg so ilt við at skilja fíggjarmálaráðharran og hansara sjónarmið um at bíða við tunlinum til einaferð seinni.

- Orðatakið sigur, at tað sum fyrst er komið í drag, er ofta verri at fáa í lag. Og hvør veit, kanska verður alt bara dýrari um vit bíða ov leingi, sigur ein ivandi Eyðun.



Fyritøkur flýggja

Tá Norðoyatunnilin var liðugur, lá tað líkasum í luftini at tann næsti undirsjóvartunnilin skuldi borast undir Skopunarfjørð.

Hetta hevur líka síðani verið søtur tónleikur í oyrunum á sandoyingum, tí satt at siga meta tey at teirra øki er av slíkum slagi at ein slíkur hevði verið rímiligur til teirra tørv og krøv.

Hyggur ein eftir vinnulívinum á Sandoynni í dag, er týðiligt at merkja at tey leingjast eftir betri umstøðum at sleppa til tann størra marknaðin á meginøkinum.

- Ja, vit hava longu sæð, at fyritøkur sum byrjaðu virksemið sítt her á oynni, nú eru fluttar aðrastaðni, sigur Eyðun ikki sørt harmur á málinum.

Eitt dømi um hetta er byggifyritøkan J&K Petersen í Skopun, sum so líðandi fekk fleiri og fleiri arbeiðir á meginøkinum. Ferðasambandið var helst ikki nóg gott til økta virksemið, og tí varð alt samalt flutt til Havnar.

Fyri heimasandsmannin er tí eingin ivi um, at skal Sandoyggin menna seg í framtíðini, er fyrsta fortreytin at ferðasambandið er nóg gott.

- Eg vil faktiskt siga, at skal hetta økið yvirliva, er undirsjóvartunnilin eitt avgjørt krav. Tí skilji eg ikki heilt, at Magni skal vera ímóti hesum. Fyri meg er tað ein spurningur um lív ella deyð, meðan hann tosar um ovurheitan búskap og vil útseta neyðugar íløgur.

- Eg veit bara tað, at búskapurin er so ikki vorðin ovurhitaður her hjá ogon!

Einki pláss til professarar

Sum Eyðun sær tað, er ein tann størsti trupulleikin hjá sandoyingum tey ungu sum fara inn á meginøkið ella í útlond at nema sær útbúgving. Tað vísir seg, at tey koma sjáldan aftur til oynna.

- Vit síggja tað so mangan, at tey snøgt sagt missa sambandið við heimbygdina. Tey eru í viðbreknum árum, og verða tey ikki kjølfest her í tannárunum, verða tey neyvan sandoyingar seinni í lívinum.

- Hinvegin, - var gott samband við heimbygd teirra, so var eingin trupulleiki at fáa sær útbúgving á meginøkinum, samstundis sum tey kundu búsett seg her. Hesin møguleikin verður ikki nýttur í dag, staðfestir Eyðun.

Spurningurin er eisini, hvat tey skulu koma aftur til við eini góðari útbúgving. Eru nøkur arbeiðspláss her í oynni, sum hava brúk fyri teimum og við teirra útbúgving. 

Ella sum Eyðun sigur tað so rámandi: - Kann ein professari fáa nakað starv í Sandoynni?


Ferðasambandið forðar

Støðan er eisini rættiliga vónleys hjá teimum, sum hava hug, dirvi - og fígging! - at fara undir nýtt virksemi í Sandoynni. Hóast hetta skuldi verið nóg mikið at fari til verka við, er veruleikin ein heilt annar.

- Her er nóg mikið av lendi og her er gott at vera, men samferðslan er ikki nóg góð. Tí siga fólk bara sum so: - Hví skal eg hava stríð av at búgva her við virksemi mínum, tá ein verður so nógv forðaður av ferðasambandinum?! Tá er nógv lættari at sláa seg niður í Havn.

- Teistin kann ikki nøkta tørvin hjá einum vinnulívi í oynni, um tað verður útbygt nakað. Tí er støðan hon, at tann sum ynskir at skapa eitt vinnulív her, hevur ikki tíð og pening at bíða eftir Teistanum. Umsetningurin er kortini so avmarkaður, at tey loysir seg nógvar ferðir betri at seta virkið upp í meginøkinum.

Vinnuligt virksemi er ofta treytað av einum virkisfúsum persóni, og kemur tunnilin og er orka í fólk, kann so nógv gott spyrjast burtur úr.

Tá hetta er sagt, so hevur Eyðun als ikki mist vónina um eina bjarta framtíð fyri heimaoyggj sína. Hann vísir til útstykkingarnar á Sandi og í Skopun, tí sum hann sigur:

- Ein veit jú aldrin, hvørji fólk fara at flyta higar í framtíðini.





Kann ikki dividera eina íløgu

Sum fyrrverandi landspolitikkari veit Eyðun alt um hvussu fíggjarviðurskiftini hjá landinum eru, hvat ein ovurhitaður búskapur er, og hvat tað hevði kravt av peningi at bora Sandoyartunnilin, eisini um ein roknar útreiðslurnar fyri hvønn íbúgvan sær.

Ein slík íløga kostar helst einar 700 milliónir. Tí skilir Eyðun væl, at fólk siga at hetta er alt ov mikið og at íløgan ikki loysir seg fíggjarliga. Men hann vil tó siga, at ein kann ikki í øllum førum dividera við fólkatalinum, fyri at fáa at vita, um ein íløga ber seg. Skal ein kanska flyta øll fólkini av Fugloynni, tí henda rutan hjá Strandferðsluni ikki ber seg fíggjarliga? Ella skulu vit gera allar íløgur í og rundan um Tórshavn, tí har er kostnaðurin minstur fyri hvønn íbúgva?

Og vit mugu ikki gloyma, at her er ikki einans talan um krónur og oyru, men um mannalagnur!

- Eg skilji væl, at fólk pástanda at hetta eru ov nógvir pengar til so fáment øki, men hinvegin kann ein ikki dividera upp í eina íløgu. Tað gevur so onga meining. Men eg vil kortini siga, at við at binda Sandoynna saman við restini av landinum, so verða Føroyar í fyrsta lagi størri.

- Harnæst fara fólk at koma aftur higar at búgva, og fer hetta at lætta munandi um trýstið og trokingina í Havnini, sigur Eyðun.

Hann undrar seg eisini yvir, hví ein ikki fór í gongd við Sandoyartunnilin longu fyri fleiri árum síðani, tá búskapurin var munandi kaldari enn hann er nú og maskinurnar til tunnilsgerðina kortini vóru í landium!

Á Sandoynni er bíligari at búseta seg, og við føstum sambandi hevði fjarstøðan til meginøkið ongan týdning havt. Fólk høvdu tá vilja komið aftur higar at búgva, og hevði tað aftur skapt fyritakssemi og liviumstøður í oynni.

- Jú, eg haldi, at Sandoyggin er so mikið stór og hevur so nógvar møguleikar í sær, at tað er grundarlag fyri eini íløgu at binda hana saman við meginøkið, slær Eyðun fast. 




Sandoyggin endar sum útoyggj

Hvørki Eyðun ella nakar annar sandoyingur ivast í týdninginum, sum strandferðslan hevur havt fyri menningina av oynni.

Samstundis við tað, duga tey væl at síggja, at hóast Teistin siglir fleiri túrar um dagin millum Skopun og Gomlurætt, so er hetta ikki ein haldbar loysn í framtíðini: Neyðugt er við við føstum sambandi til meginøkið um oyggin altso skal standa seg í framtíðini. Vandi er annars fyri at hon endar sum ein útoyggj, um ikki okkurt munagott verður gjørt.

Eyðun er sannførdur um, at ein undirsjóvartunnil er eitt týdningarmikið lið í hesum máli. Hann hevur tí fylgt væl við menningini í Vágum og í Norðoyggjum, síðani tey fingu fast samband til meginøkið.

- Tað byrjaði við eini lítlari ferju, sum so líðandi gjørdist ov lítil. Síðani komu størri og størri bilferjur, sum at enda gjørdust ov lítlar. Fyri tey var ein undirsjóvartunnil ein sjálvsagdur partur í menningini, hóast mong onnur helst hildu at hetta var óðamannaverk.

- Men hygg bara eftir týdninginum, sum hetta hevur havt fyri vágafólk. Oyggin blomstrar, og tað sum ikki er hent í Klaksvík enn, tað man fara at koma, slær Eyðun fast.