Ein stór løta

Eitt nýtt tíðarskeið byrjaði í Grønlandi, tá Margretha drotning í dag handaði grønlendingum ta nýggju sjálvstýrislógina Tað var Margretha drotning, sum handaði landstingsformanninum, Josef Motzfeldt, lógina, sum staðfestir, at Grønland hevur fingið sjálvstýri eftir 30 ár við heimastýri.

-Tað er ein stór løta, eisini fyri meg, at handa tær og harvið tí grønlendska fólkinum sjálvstýrislógina, segði drotningin, tá hon handaði tingformanninum lógina.

Tað er ikki av tilvild, at sjálvstýrið kemur í gildi í dag, tí 21. juni er tjóðardagur Grønlands, og hesin serligi tjóðardagurin verður hátíðarhildin við einum hópi av tiltøkum.

Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, og Kaj Leo Johannesen, løgmaður, umboða Føroyar í Nuuk í dag.