Terji Nielsen
Tað er altíð ein hátíðardagur úti á Frælsinum, tá ið nýklaktu lærararnir fáa prógv síni handaði, men fríggjadagin var dagurin óvanligani hátíðarligur, tí at fyri fyrstu ferð í søguni, fekk ein deyvur næmingur læraraprógv. Fyri hálvum ári síðani fekk ein deyvur næmingur námsfrøðisligt prógv á skúlanum, men hesaferð var tað so ein lærari.
Tá ið Maria fór upp til skúlastjóran, Paula Nielsen, eftir próvnum, rungaðu lógvabrestirnir í stúgvandi fullu høllini á skúlanum, og tað var ikki frítt, at onkur hevði vát eygu.
Royni at gloppa nakrar hurðar
Maria, sum eisini er formaður í Deyvafelagnum, sigur, at tað var ein stór løta fyri deyv í Føroyum, tá ið hon fekk sítt prógv. Hon viðgongur, at hon er vorðin ein fyrimynd fyri onnur deyv í landinum, tí at hon við síni læraraútbúgving hevur prógvað, at tað ber til hjá deyvum at koma ígjøgnum slíkar útbúgvingar. Maria hevur áður gingið á bæði HF og handilsskúla, og hon vil við hesum royna at eggja onnur deyv til at fara undir at útbúgva seg. Tað ber til, men tað hevur bert mangla onkur, sum tordi at gloppa hurðarnar, sum leiddu til støð, har deyv mettu seg onga atgongd at hava.
Hon er vitandi um onkran ungan deyvan, sum nú ger seg til at fara á HF,og so møguliga fer at lesa víðari eftir tað.
Vil fegin sleppa at arbeiða við deyvum børnum
Tað verður sagt, at skúlin er fyri øll, og tí verður nú roynt at fáa deyvar næmingar frá Skúlanum á Trøðni at ganga í skúla á Venjingarskúlanum, har tey eru í flokki saman við hoyrandi næmingum. Maria sigur, at hon hevði gott kunnað hugsað sær at sloppið at undirvíst hesum flokkum, og hon fer tí at søkja starv har.
Søguligur dagur hjá Læraraskúlanum
Pauli Nielsen, rektari á Føroya Læraraskúla, sigur, at leiðslan á skúlanum var ongantíð í iva, tá ið Maria søkti, um at pláss eisini skuldi verða fyri deyvum næmingum á skúlanum. Sjálvsagt varð neyðugt, at tær umstøður, sum skulu til fyri at undirvísa deyvum, eisini vóru til staðar. Skúlin er jú fyri øll, og tískil skal tað eisini verða plás fyri slíkum næmingum á skúlanum.
At tað er eitt megnaravrik av Maria at fáa prógvið er einki dulsmál. Pauli sigur, at Maria er dømd út frá somu treytum, sum ein hoyrandi næmingur verður dømdur út frá. Tískil hevur hon verið noydd til at lagt eina ótrúliga stóra orku í sína skúlagongd. Nevnast kann, at ein av høvuðslærugreinunum hjá Mariu er enskt, og ein og hvør kann ímynda sær, hvussu torført tað er hjá einum deyvum at læra enskt.
At Maria nú hevur fingið sítt prógv, gjørdi fríggjadagin til ein søguligan dag hjá skúlanum, sigur Pauli Nielsen.
Fyrimunur fyri føroyska fólkaskúlan
Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Andrass Samuelsen, sigur, at hann sær tað sum ein greiðan fyrimun fyri tann føroyska fólkaskúlan, at vit nú eisini hava ein deyvan, útbúnan lærara. Vit royna jú at fáa teir deyvu næmingarnar at gerast ein part av tí føroyska fólkaskúlanum, og tískil er tað ein styrkur, at vit hava lærarar, sum eisini eru deyvir. Hetta eigur at eggja tey deyvu til at traðka meiri fram í skúlanum.
Góður møguleiki skuldi verið hjá teimum 13 lærarunum, sum fingu prógv fríggjadagin, at fáa arbeiði. Onkur av teimum ætlar tó heldur at fara at lesa víðari, men tey flestu vilja fegin sleppa til verka eftir summarfrítiðina. Sosialurin ynskir teimum øllum hjartaliga tilukku við próvnum.