Fótbóltur
Petur Reinert er samdur í, at linjan hjá FSF higar til ikki hevur verið nóg greið, tá um ræður leikbann av disciplinerum ávum. Og í so máta skilir hann væl, um fugufirðingar og Bartal Eliasen harmast um úrskurðin, sum varð gjørdur í gjár. Men hann heldur fyrst og fremst, at tað ræður um at líta frameftir.
- Hetta eru jú viðurskifti, sum eru galdandi í øllum londunum kring okkum, og tí er tað upp á tíðina, at hetta verður gjørt hjá okkum. Tá tú vísir á hini dømini, so er tað sjálvandi óheppið, at avleiðingarnar hava verið ymiskar, men vit hava so valt, at vit vilja ikki legga orkuna í hesi.
- Tað, sum eg haldi vera týdningarmikið, er, at vit við hesum hava sett eina striku í sandin. Nú er tað sligið fast, at tú kanst ikki úttala teg akkurát, sum tær lystir, og eg ivist ikki í, at tað fer at ganga long tíð, áðrenn vit aftur hava eitt líknandi dømi, sigur Petur Reinert.
- Og fyri okkum hevði tað stóran týdning, at hetta fyribrigdið varð kvalt longu í føðingini. Enn eru so bara spældir 5-6 dystir. Tú kanst ímynda tær, hvussu støðan var, um einki varð gjørt, og vit so byrjaðu at taka mál upp, tá 23-24 dystir vóru spældir.
Eru beinleiðis
Petur Reinert sigur tó, at hann skilir væl, at ÍF og Bartal Eliasen kenna seg snýttar, nú ein spælari hjá teimum fær tveir daga leikbann fyri nakað, sum ikki hevur kostað áður.
- Lat meg fyrst siga, at hvørki dómarar ella FSF hava nakað sum helst ímóti Bartali ella ÍF. Og fyri teir er tað ógvuliga óheppið, at spælarin verður fangaður beinleiðis við eini slíkari útsøgn. Eg eri vísur í, at var talan um nakað, sum hann hevði úttala seg til ein skrivaðan miðil, so hevði útfallið ikki verið tað sama. Tá hevði hann havt møguleika at tosa við blaðfólki, tá pulsurin var komin nakað niður, soleiðis at útsagnirnar kundu verið dempaðar nakað. Tann møguleikan hevur tú ikki, tá tú í hitanum eftir ein dyst skalt beinleiðis í luftina.
- Og lat meg eisini undirstrika, at hetta ikki snýr seg um, at spælarar ikki kunnu úttala seg um dystir ella døming. Fjølmiðlarnir hava sjálvandi sína uppgávu at røkja, og eitt hart úttalilsi kann sjálvandi skapa eina góða yvirskrift. Hava dómarar gjørt nakað lort, so er kritikkur sjálvandi upp á sítt pláss, men tá má gerast sakligt og við eitt sindur av sømiligheit. Og tað er nú heldur ikki altíð, at miðlarnir eru rætta staðið at gera sínar viðmerkingar, sigur Petur Reinert.