Sólvit Simonsen
???????????????
So vóru vit aftur ein dansitúr í Sumba. Síðan 1973 hava vit verið dansitúrar í Sumba og tað er tað heilt sjáldsama, at man kann siga um túrarnar, at hvør hevur verið betri enn annar. Tú merkir ein sovorðnan hjartaligan blíðskap, sum bara ikki kann skrivast á pappírið.
Vit høvdu sera góða tíð at fyrireika okkum, so einar tólv dagar áðrenn vit fóru bleiv ringt til Strandferðsluna og spurt, um túrurin hjá Teistanum kl. 19.15 kundi flytast til kl. 20.00 sunnukvøld.
Ja, fyrst bleiv spurt umborð á Teistanum og vinarligir sum teir altíð eru, svaraðu teir, at tað var onki í vegin fyri frá teirra síðu, og teir vóru við fyri at gera sum best fyri fólkið í Sandoynni. Men av skrivstovuni hjá Strandferðsluni var svarið, at tað bleiv onki broytt, og skuldu vit koma aftur í Sandoynna, máttu vit sjálv leiga bátin til Skop unar. Roynt bleiv við illum og góðum, men tað gjørdi alt tað sama. Svarið var liðugt og ferdugt. Hetta meti eg at vera so vánalig service av Strandferðsluni, at tað er ein óbrúkiligur munur á monnunum nú og teimum, sum vóru fyrr. Tað, sum eg veit um, hevur tað verið roynt at gera tað soleiðis fyri ferðafólkið, at tað kann verða møguligt at koma ímillum uppá ein brúkiligan máta.
Av tí at vit eru noydd at fara yvir um ánna eftir vatni, altso fyrst um Skopunarfjørð til Havnar, og so við Smyrli suðurum, kostar ein bilett av Sandi til Sumbiar 190 kr. Vit vóru 35 fólk, so vit betaltu í bilettum aftur og fram millum 13 og 14 túsund kr. Harafturat máttu vit gjalda 4600 kr. í leigu fyri Teistan um Skopunarfjørð.
Eg royndi eisini at biðja politikarar um hjálp; men har havi eg onki svar fingið enn, tað kemur kanska til næsta val.
Tað hevði verið ynskiligt, at fólkið á Strandferðsluni, sum fæst við ferðaætlanina, kundi gjørt sær tann ómak at fingið tíðirnar hjá ferjunum at passa saman, so man kundi komið aftur t.d. úr Suðuroy sama dag.
Tað kundi verið áhugavert at vita, hvat nýggi landsstýrismaðurin í samferðslumálum heldur um umstøðurnar at gera ein mentanartúr av Sandoynni til Suðuroyar.
Eg eri somuleiðis vitandi um, at B71 seinasta ár mátti gjalda 40.000 kr. í leigu at koma aftur til hús við spælarunum, við tað at tíðirnar úr Suðuroynni og Klaksvík ikki passaðu til tíðirnar hjá Teistanum.