Ein svaklig løn

Tað er eingin verja fyri at lata 56.000 krónur í løn um vikuna, og tá ein verja fyri hesum er, at lææknarnir eru á samdøgursvakt, má eg bara taka meg til høvdið, tí ein slíkan lækna skal man als ikki fara til, sigur Jenis av Rana.

Tað hevur skapt mikla øsing, nú tað er komið fram, at læknar, sum fara til Suðuroyar at hava forvakt, tjena heilar 56.000 krónur um vikuna.
Tá hetta kom Jenisi av Rana fyri oyruni, setti hann landsstýrismanninum í heilsumálum, Aksel V. Johannesen ein spurning á Tingi um hetta.
- Eg setti spurningin fram, tí eg trúði ikki mínum egnu oyrum, tá eg hoyrdi tað. Júst í hesum døgum sita vit og royna at spara allastaðni, har sparast kann. Vit fara inn allastaðni, eisini hjá teimum veikastu í samfelagnum, og ofta snýr tað seg um minni enn eina millión, vit klípa burtur av hjá pensjónistunum, sigur Jenis av Rana.
Samstundis hoyrist, at læknar kunnu fara eina viku til Suðuroyar og forvinna 56.000 krónur fyri sjey dagar.
- Bara tað, at landsstýrismaðurin váttar, at soleiðis er, ger, at eg standi púra býttur. Hvat er hetta fyri nakað? Hvussu ber hetta til í eini tíð, har vit annars royna at spara? Hvussu kann man oysla soleiðis?, spyr Jenis av Rana.
Tá so landsstýrismaðurin argumenterar fyri hesi skipanini, stendur formaður Miðfloksins púra býttur.
- Tú kanst ikki argumentera fyri at brúka so nógvar pengar til nakað sum helst. Eingin hevur rætt til at tjena 56.000 krónur um vikuna, og tá landsstýrismaðurin so sigur, at teir eru í døgnvakt, so taki eg meg til høvdið. Ein lækni arbeiðir í døgnvakt í sjey dagar, tá haldi eg, at man má halda seg burtur frá einum slíkum lækna, sigur Jenis av Rana.

Kann ikki verjast
Heldur ikki argumentið um, at hendan skipanin hevur verið í Klaksvík í nógv ár, heldur Jenis av Rana nógv um.
- Tað argumentið kann heldur ikki brúkast, tí tú kanst ikki verja tann veruleika, at nakar kann tjena 56.000 krónur um vikuna, og tá tað nú er staðfest, má tað kannast og broytast ongantíð ov skjótt, sigur Jenis av Rana.
Hann sigur, at eingin hevur rætt til at tjena 56.000 krónur um vikuna, og slett ikki í einum samfelag, sum leitar eftir krónum og oyrum fyri at yvirliva.
Jenis av Rana er sjálvur lækni, men hevði hann sagt nei takk til eitt so trivaligt tilboð?
- Eg kundi havt sagt ja og lagt alt annað frá mær. Eg skal tó ikki lasta tey, sum taka av, tí vit eru jú øll bara menniskju. Men tann maðurin, sum verjir hesa skipanina, um hann ikki syrgir fyri at broyta lønina og fáa hana niður á eitt sømiligt støði, er hann verri enn undangongumaður hansara, sum jú noyddist frá, tí hann hevði brúkt for nógvar pengar, sigur Jenis av Rana.