Ein takkarkvøða til »VB-vinir

Tað vardi meg ikki, tá ið eg varð biðin um at møta í Stóra pakkhúsi leygarmorgunin tann 10. januar klokkan 10, at slíkt skuldi verða mær fyri

Hvør skuldi trúð, at her, sum eg sum óviti hjálpti Kalinum við Misá at trilla mjøl - og sukursekkir oman eftir sliskuni frá Stóra pakkhúsi og niðan í Garða-krambúð, og her sum eg, saman við javnaldrum tey køldu myrku vetrarkvøldini funnu leiðina gjøgnum tær brøttu trappurnar upp á seglloftið, har Kristin á Økrum og Julius Holm sótu framman fyri tað glóðheitu kabyssuna og seymaðu segl, samstundis sum teir vóru dómarar, tá ið vit tóku brókatøk úti á tí stóra seglinum? - Ja hvør skuldi trúð, at eg, meir enn 50 ár seinni, skuldi verða heiðraður við morgunmati, kórsangi, talum og gávum. Har ímillum ein stóran málning av mær sjálvum.

Ei undur í, at eg ikki fekk takkað tykkum nóg nógv, tí hetta takkarskriv.

 

Eg takki her øllum av heilum hjarta

Og ynski mítt verða skal her

At Vágsbygd má fáa tað framtíð so bjarta

Sum ungdómin heimaftur ber

At vinna og mentan ja ítróttar-mál

Skal blóma í komandi ár

Eg ivist als ikki men sigi sum Pál:

“Hetta er heimbygdin vár!”