Umframt góða og vælsmakkandi kjøtið hjá Símuni Gullaksen, sum fólk fingu at eta í Hattarvík á floksmannadegnum seinasta leygardag, var eisini høvi hjá gestunum at royna kryddsild og brisling, sum Tavan í Leirvík framleiðir og sum útlendskir keyparar lata so sera væl at.
Á floksmannadegnum varð eisini borðrreitt við turrari grind, kryddað við sama svenska kryddi, sum Tavan í Leirvík kryddar sildabitar við. Tað var formaðurin í Grindamannafelagnum, Ólavur Sjúrðarberg, sum hevði kryddað og turkað grindina.
- Um jóltíðir í fjør, tá Tavan kryddaði brisling, kom Ólavur Sjúrðarberg inn á gólvið í Tavuni. Hann gjørdist hugtikin av svenska kryddinum og gjørdi av at royna hetta við grindalikkum, sum hann hevði skorið og ætlaði sær at turka. Likkjurnar vórðu marineraðar í kryddi og hongdar upp at turka.
Johan Mortensen, íverkseti sigur, at á floksmannadegnum var hetta gastronomiska íkastið, sum kryddaðar og turkaðar grindalikkjur eru, roynt og fólk, sum vóru í Hattarvík henda dagin, lótu sera væl at smakkinum.
- Turra grindin smakkaði væl og hevði fingið ein heldur bleytari konsistens. Likkjurnar vóru skornar í sera tunnar grindabitar og lagdar oman á rósubløð av rósuni, Rosa Ragusa, sum smakkar sera væl og sum nú stendur í blóma kring landið. Aftur við turra og kryddaða grindabitanum var eisini ein lítil spikbiti og eplabiti.
Johan Mortensen sigur, at bæði føroyingar og útlendingar, sum vóru í Hattarvík henda dagin, dámdu væl “rósu-grindina”, sum hann rópar hana.
- Tað er slett ikki óvist, at hetta ikki kann gerast ein summarrættur, sum vit fara at síggja meira til í framtíðini, sigur íverksetin sum heldur, at tað verða slíkar øðrvísi stevnur sum floksmannadagurin í Hattarvík, sum fara at mennast í Føroyum í framtíðini.