Klokkan 3 sunnunáttina varð løgreglan boðsend í sambandi við eitt harðskapsmál. Ein maður fyrst í 20'unum ringdi um hetta mundið eftir løgregluni, tí hann segði seg verða álopnan í býnum.
Løgreglan fór á staðið beinan vegin og stutt eftir varð funnið fram til gerningsmannin, sum eisini er fyrst í 20'unum. Løgreglan sigur, at tey hava gjørt kanningar í málinum og somuleiðis avhoyrt vitni. Enn er løgreglan ikki heilt liðug við málið, tí vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at onkrar avhoyringar í málinum vanta framvegis.
Men ein maður fyrst í 20'unum er skuldsettur og avhoyrdur í málinum, sigur løgreglan.