- Ein vís kvinna

John Myllhamar stóð so trúliga í vindinum og bíðaði eftir, at drotningahjúnini skuldu koma til bygdina. Hann hevur bert sæð drotningina eina ferð áður ? fyri mongum árum síðani, tá hon var sum barn í Føroyum.

Sandavágur: - Margretha dugir sera væl at bera seg fram. Og tað er ikki mong, sum duga so væl at málbera seg sum júst hon.
Tað tók eina løtu hjá fólki at bíða eftir at drotningahjúnini skuldu koma til Sandavágs. Men hetta forðaði kortini ikki bygdarfólkinum at offra hesa løtuna í vindi og kulda til móttøkuna av hesum heiðurliga gesti.
Millum tey ? kongatrúgvu ? sum bíðaði eftir henni í Sandavági var John S. Myllhamar.
Hóast hann hevur búð í Danmark í mong ár, hevur hann bert sæð drotningina eina ferð áður ? tá Margretha var ung genta. So hetta var ein serstøk løta, eisini fyri John, nú Margretha og Heinrikur vitjaðu bygdina, har hann er búsettur.
- Margretha er ein vís kvinna, - eingin ivi um tað. Og so hevur hon eisini greiðar meiningar um tingini.
- Eg minnist, at hon einaferð varð spurd um, hvat kristindómurin hevði at týða fyri hana. Tá svaraði hon so vísiliga: ?Kristindómurin er líka so nátúrligur fyri meg, sum tað at blóðið rennur gjøgnum æðrarnar?.
- Jú, hon er ein vís kvinna, sigur John S. Myllhamar.