Ein verð millum drekar

Í vikuni kemur fjórða bókin út eftir Rakel Helmsdal. Tað er ævintýrbókin Drekar og onnur valafólk, ið er ætlað yngri børnum.

Tað er ein stórhending hvørja ferð ein føroysk barnabók kemur út. Í fjør komu fimm, men í ár eru tær upprunaføroysku ikki fleiri enn tríggjar í tali. Hesa ferð er talan um ævintýrbókina Drekar og onnur valafólk eftir Rakel Helmsdal. Hetta er bók við fimm ævintýrum, har drekar sum vera man spæla ein stóran leiklut. Bara í fyrsta ævintýrinum, Køksgluggin, hitta vit ongan dreka. Har er eitt lítið barn høvuðspersónur. Tað villist og kemur í hóslag við ymiskar sagnarverur, bæði óndar og góðar, men barnsins reinlyndi bjargar tí frá øllum illum, so tað at enda finnur mammuna aftur. Henda søgan er poetisk og stillfør, ólík hinum: Hurlumhey á Kannibáloynni, Loftferðin, Bara í skýmingini og Ein ræðusøga. Her gongur alt við fullari ferð millum drekar, ræður, ferføtlur og annað valafólk.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út. Edward Fuglø hevur gjørt myndirnar, sum eru sera, sera vakrar. Bókin er ætlað børnum 4-8 ár og børnini í bókaklubbanum hjá Bókadeildini hava longu fingið bókina.

- Bókin er best egnað til, at vaksin lesa upp fyri børnum. Har eru nógv temu úr klassiskum ævintýrum, sum eg havi blandað saman við onkrum nýggjum, sigur Rakel Helmsdal.

Rakel hevur altíð verið hugtikin av ævintýrum og sjónleiki. Sum yngri var hon á háskúla, har hon spældi sjónleik og tónleik, og í nøkur ár hevur hon undirvíst í kvøldskúlanum í Havn í at skriva sjónleik. Í løtuni skrivar Rakel ein sjónleik til Leikarafelag Føroya. Tað er leikurin við fyribilsheitinum Vitapassarin. Hann verður frumsýndur í mars mánaði næsta ár.

- Tíðin í dag er soleiðis, at minni og minni verður fortalt.

Frásøgulistin er við at hvørva, bara fyri 50 árum síðani dugdu øll at

siga eina søgu. Tað er øgiliga harmiligt og keðiligt, at vit

fullkomiliga gloyma frásøgulistina. Onkustaðni úti í útjaðaranum eru

tað nøkur sum royna at bjarga frásøgulistini, áðrenn hon hvørvur fyri allar tíðir. Frásøgulistin hevur ein stóran leiklut á mínum kvøldskúlaskeiði í at skriva og spæla sjónleik, sigur Rakel Helmsdal.

Í 1995 kom bókin Tey kalla meg bara Hugo, í 1996 Søgur úr Port Janua og í fjør Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo? Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið allar bøkurnar hjá Rakel út.