Eli er eitt arbeiðsgrev.
Hetta skoðsmál geva tey, ið kenna henda fryntliga og lítillátna mann, honum.
Jógvan Eli Mellemgaard er føddur og uppvaksin í Klaksvík, sonur Petru, fødd Hansen av Norðoyri og Hans Mellemgaard úr Svínoy.
Eli er giftur Sylviu Hammer úr Hvalba og eiga tey synirnar, Bjarta, Heðin og Róðin.
Longu sum 14 ára gamal, lærdi Eli handilslívið at kenna. Pápi hansara, sum eisini var fiskimaður, hevði handil í kjallaranum í heimi teirra á Heygum. Her fekk Eli sínar fyrstu royndir sum krambakallur.
Sum 16 ára gamal fór hann til Havnar í handilin hjá Gunnari Stockholm.
Eli sigur, at í fyrstuni longdist honum illa norðuraftur, men tað gekk ikki long tíð, so treivst hann væl í Havnini.
Eftir at hava verið í starvi hjá Gunnari Stockholm og Thomasi Dam í nøkur ár, byrjaði hann í 1957 sum krambakallur hjá Poul Andriasi Restorff. Hann var tá 24 ára gamal.
BREYT BURTUR ÚR NÝGGJUM
Handilin hjá P.A. Restorff var av tí gamla slagnum, har øll vøra varð seld um diskin. Fleiri vørur, so sum mjøl, sukur, kaffi og te máttu vigast.
Roykurin av kaffi og petrolium var eitt eyðkenni fyri hesar gomlu og hugnaligu krambúðir, sum nú eru vorðnar søga.
Ikki gekk long tíð, so gjørdist Eli leiðari av krambúðini hjá P.A. Restorff. Og við sínum góðu evnum og ágrýtni, stóð Eli fyri stórum broytingum í handlinum øll tey 25 árini, hann arbeiddi har.
Fyrsta stóra broytingin var, tá handilin í 1965 var umlagdur til sjálvtøkuhandil. Seinni varð handilin útbygdur við nýggjari sláturdeild. Tá starvaðust 12 fólk í handlinum hjá P.A. Restorff.
Í 1978 keypti Eli húsini hjá Jógvani Heinesen, keypmanni við Heygsvegin í vesturbýnum. Matvøruhandilin, sum fylgdi við í keypinum, leigaði Eli fyrstu árini út til P.A. Restorff.
SATSAÐI Í RINGASTU TÍÐUM
Í 1982 byrjaði Eli sum sjálvstøðugur vinnurekandi. Skjótt vórðu útbyggingar gjørdar og handilin ?Hjá Eli? bleiv ein vælvirkandi handil fyri viðskiftafólkið í vesturbýnum.
Tá fíggjarligu viðurskiftini fyrst í 90?unum gjørdust verri, fór Eli at hugsa um at byggja ein stóran handil. Ein størri handil fór at gera tað møguligt at keypa inn í størri nøgdum, og á tann hátt kundu prísirnir haldast á einum lægri støði.
Og í 1993, tá alt fyri mongum føroyingi sá daprast út, læt Eli sín nýggja handil við Landavegin upp.
Tað eydnaðist honum í hesi niðurgangstíð at gera ein handil, sum kundi bera seg, og sum samtundis gav kundanum meira fyri peningin.
Eftir hesi mongu ár sum handilsmaður, má Eli sigast at vera ein av veteranunum innan handilslívið í Havn.
Tað, sum sermerkir Eli, er reinføri. Alt, hann fæst við, er so gullreint, og tað sæst eisini aftur í handlinum.
Hann gongur høgt uppí at geva viðskiftafólkunum bestu tænastu og er altíð fúsur at fáa ta vøru til vega, sum kundin ynskir.
Eli er ein sonn býarmynd, sum altíð hevur nógv um at vera, og tað er ferð yvir manninum.
Nú Eli hevur rundað tey sjeyti, er hann enn líka virkin í handlinum.
Hóast hansara stóri áhugi er handil, hevur hann altíð givið sær stundir til orð Guds, og hansara trúgv myndar gerandisdag hansara.
Við sínum arbeiðsemi og trúfesti, eydnaðist tað hesum lítilátna manni at føra sínar dreymar út í lívið.