Ein virðiligan eldrapolitikk – fleiri eldrabústaðir

“Nei, hon slapp heldur ikki inn henda mánaðin”. Orðini eigur ein vinmaður.

Og ein mánað seinri endurtók hann: “Nei, hon slapp heldur ikki inn hesa ferð, men nú nærkast”.

Hvørja ferð upptøkunevndin hevði fund í eitt ár, ringdi hann og fregnaðist, um mamman var komin gjøgnum nálareygað og sloppin inn á eitt heim fyri eldri. Men drúgv tíð gekk, áðrenn pláss var fyri henni.

Rættiliga nógv havnarfólk eru í hesi eyðmýkjandi støðuni, tí tey gomlu foreldrini, klára seg ikki meira heima. Henda støðan er mannminkandi, og hon er ikki virðilig fyri ríkastu og størstu kommununa í landinum.

Hetta og undanfarin valskeið eru stórar íløgur gjørdar í skúlar, ítróttarhallir og vøllir og alt gott um tað, men nú er tíðin komin aftur at gera íløgur í ellis- og røktarheim. Eg vil leggja alla orku í at fáa loyst henda tørvin, um eg verði valdur í Tórshavnar býráð.

Ein eldrapolitikkur er orðaður í hesum valskeiði. Ein politiskur setningur er góður, men nú eiga ítøkiligar gerðir at koma. Umframt at fáa fleiri pláss á heimum, eigur talið á starvsfólkum at verða uppraðfest. Sum er, klára heimarøktirnar tað neyðuga. Tíð og orka er ikki til meira. Harafturat eigur heilsu- og umsorganartænastan at fáa hægri játtan, so tíðin og umsorganin til okkara eldru verður longri og betri.
Tey, sum bygdu okkara vælferðarsamfelag, hava uppiborið virðiligari umstøður.

Men eldrapolitikkur er annað enn heimatænasta ella pláss á heimum fyri eldri fólk. Nú er upp á tal at gera eldraíbúðir saman við Bústøðum á Óðinshædd. Ein góður tanki, men vit mugu ansa eftir ikki bara at gera býlingar við eldri fólkum. Býlingar mugu hava eina aldursspjaðing.

Javnaðarflokkurin hevur altíð gingið á odda at bøta um umstøðurnar hjá okkara eldru borgarum. Hetta er framvegis ein týðandi partur í skrá floksins. Og komandi valskeið skulu stór tøk takast á eldraøkinum.

Sum sagt, so fari eg at leggja alla orku í at loysa henda tørv, um eg verði valdur í Tórshavnar býráð.

Set X við Høgna Joensen - Valevnið fyri Javnaðarflokkin