Eina kannu av vatni í køliskápið hvønn morgun

Tað er umráðandi at eldri fólk gera sær tað til ein vana at drekka nógv, segði Beinta Leo, kostráðgevari, á eldradegnum

Eldri og matur

Nokk at drekka og minni feitt.
Tað vóru hyggjuráðini, sum tey eldru fingu á eldradegnum í Trongisvági leygardagin.
Tey, sum skipaðu fyri, høvdu fingið Beintu Leo, kostráðgevara at greiða teimum eldru eitt sindur frá, hvat er góður matur til eldri fólk.
Uttan at gera tað ov háfloygt ella ov fløkjasligt kom hon við nøkrum einføldum, men góðum ráðum, sum gera rættiliga góðan mun,
Beinta Leo segði, at eitt tað størsta vandamálið hjá eldri fólki, er, at tey fáa ikki nóg mikið at drekka.
?Eldri fólk føla ikki tosta á sama hátt sum yngri fólk og tí er tað nógv dømi um, at eldri fólk fáa ov lítið av vætu.
Hon segði, at hetta er eitt vandamál, tí tað kann føra við sær høvuðpínu, svimbul og at ólag kemur á sodningarlagið.
?Serliga tað, at fólk kunnu gerast svimbul er hættisligt, tí tá er skjótt at detta og meiðsla seg.
Hon segði, at eini góð ráð eru at seta ein liturkannu av vatni í køliskápið hvønn morgun, tá ið tey komu upp.
? Og so skulu tey syrgja fyri, at tey hava drukkið alla kannuna, tá ið tey legðist um kvøldið.
? Hetta er ein góður vani hjá eldri fólki, segði hon.
Hon legði eisini dent á, at vatn er tað besta at drekka.
? Te og kaffi eru vatndrívandi og tí er vatn tað besta. Men tað ber eisini til at koyra eitt sindur av saft í, fyri at fáa tað at smakka betri, segði hon.

Tvey gløs av mjólk
Hon vísti eisin á, hvussu stóran týdning tað hevur at drekka mjólk.
? Vit hava øll brúk fyri at drekka tvey gløs av mjólk um dagin.
Tey, sum ikki dáma mjólk, kunnu súpa Jogurt ístaðin, ella okkurt annað, sum er gjørt úr mjólk.
Mjólkin styrkir beinagrindina og forðar fyri einum øðrum stórum trupulleika hjá eldri fólki og tað er, at armar, bein, mjadnar og onnur bein, brotna so lætt.
Samstundis forðar tað fyri, at beinagrindin smokkar saman, so at tey gerast bogin. Tá ið beinagrindin smokkar saman, kann tað eisini føra rættiliga nógva pínu við sær.

Ikki forboðið
Men onki kostráð uttan at koma inn á feitt.
Beinta Leo helt, at eftirsum vit búgva í Føroyum, skulu vit sjálvsagt eta føroyskan mat.
? Men kjøtið er ofta feitt, og eta vit fisk, hava vit ofta nógva nógva tálg og nógv smelt afturvið.
Hon segði, at eini góð ráð eru at skera alt tað sjónliga feitti burtur. Men annars helt hon, at vit eiga at minka um tálgina í knettum og frikadellum og ikki eta so nógv smelt afturvið.
?Hon legði kortini dent á, at tað er avgjørt ikki forboðið at eta vanligan, føroyskan mat, so ongin skal hava ringa samvitsku av tí. Men tað er umráðandi at minka um feittið!
Og so helt hon, at tá ið vit hava ræstan fisk til døgverða, er tað betri at hava spik afturvið, enn garnatálg.
? Í spiki eru ómettaðar feittsýrur, sum ikki seta seg fastar í æðrunum og elva til blóðtøppar og hjartatrupulleikar.
Men so vísti hon á, at spik er illa dálkað av ymsum evnum og tí mælti hon til, at vit ikki eta spik meiri enn einaferð um mánaðin og stykkið, sum vit eta hvørja, skal ikki vera størri enn ein lítil svávuldós.
Hon helt, at fylgdu tey eldru hesum einføldu ráðunum, fór tað at muna rættiliga væl.
HGon hon legði eisini dent á, at tað er aldrin ov seint at broyta matvanarnar.